SV Ried mátti lúta fyri Rapid Wien

Samuel Chukwudi og liðfelagarnir taptu fyrsta heimadystin hetta kappingarárið

Samuel Chukwudi og liðfelagarnir í SV Ried spældu í dag fyrsta heimadystin í bestu eysturríksku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Á vitjan á Innviertel Arena leikvøllinum var gamla stórliðið, Rapid Wien.

 

Dysturin endaði við 2-1 sigri til Rapid. 

 

Útiliðið legði seg á odda longu í áttanda minutti. Frøin var stór, tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini. Stefan Schwab javnaði til 1-1, men tað gingu bert tríggir minuttir, so hevði Rapid skotið sigursmálið til 2-1.

 

Ried hevur eitt stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar. 

 

Fyri avrik sítt fekk Samuel frá Sofascore karakterin: 7,0, og frá Soccerstand fekk hann karakterin: 7,4.

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 spælir SV Ried dyst á útivølli móti LASK.