Bert 16 ára gamli Boas Ellefsen á Skipagøtu hevur havt eitt minniligt EM-endaspæl, har hann í átta dystum skoraði heili 94 mál.
Tað átti at rokkið til at verið toppskjútti í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Men stórskjúttin hjá Ísrael, Yonathan Pelach vildi tað øðrvísi.
Undan plasseringsdystinum móti Norðurmakedonia hevði Pelach brúk fyri at skjóta fimm mál fyri at gerast EM-toppskjútti. Pelach skoraði sjey mál í 29-39 (20-19) tapinum hjá Ísrael fyri Norðurmakedonia.
Yonathan Pelach er sostatt EM-toppskjútti við 97 málum. Boas er næstbesti skjúttin við 94 málum. Tað er tað mesta nakrantíð hjá einum føroyskum leikara í einum EM ella HM-endaspæli.
Triðbesti málskjúttin í U18 EM-endaspælinum er Janis Thomann hjá Sveis við 66 málum.
Valdis Kalnins hjá Lettlandi skoraði fyri stuttum 104 mál í U20 EM-endaspælinum. Talan er um met fyri ungdóms-endaspøl.











