Ísrael vrakar 15 punkta ætlanina fyri Gaza, sum friðarráðið hjá amerikanska forsetanum Donald Trump, sokallaða Board of Peace, hevur lagt fram.
Tað staðfesti ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á einum stjórnarfundi í dag.
– Eg sigi tað aftur: Ísrael vrakar 15 punkta skjalið, segði Netanyahu sambært Times of Israel.
Serliga er ósemja um, nær ísraelski herurin skal taka seg aftur úr Gaza.
Netanyahu sigur, at eingin afturtøka verður, fyrr enn Hamas er veruliga avvápnað.
– Tá eg sigi, at Hamas skal avvápnast, meini eg við øll vápn. Tað skal vera verulig avvápning og ikki ein avvápning fyri sjón skyld, segði hann.
15 punkta ætlanin varð løgd fram síðst í juli og hevur fingið undirtøku frá Hamas. Sambært ætlanini skal Hamas lata vápn síni til ein palestinskan myndugleika.
Upprunaliga var eisini ætlanin, at ísraelski herurin samstundis skuldi taka seg stigvíst aftur úr stórum pørtum av Gaza. Men hesum hevur Ísrael mótmælt.
Trump segði í síðstu viku, at tað var eitt gjøgnumbrot, at Hamas hevði játtað at lata seg avvápna.
Hóast vápnahvíld hevur verið síðani oktober í fjør, hevur Ísrael framhaldandi framt álop í Gaza. Seinastu dagarnar tykjast ísraelsku hernaðaratgerðirnar tó vera minkaðar í styrki, skrivaði AFP leygardagin.
/Ritzau











