Havnin í ukrainska svartahavsbýnum, Odessa, er høvuðsæðrin fyri útflutningi av ukrainskum landbúnaðarvørum, og Ukraina er ein av heimsins størstu útflytarum av korni.
Í fjør vóru landbúnaðarvørur meira enn helmingurin av ukrainsku útflutningsinntøkunum, og sambært Bloomberg fara umleið 90 prosent av ukrainsku landbúnaðarvørunum úr Odessa.
Ukraina stendur fyri næstan seks prosentum av heimsins útflutningi av hveiti og umleið 11 prosentum av kornútflutninginum.
Tíðindastovan NTB skrivar, at langdrignað russiska krígsførslan og ótryggleikin í Svartahavinum er ein stórur vandi fyri matvørutrygdina í Afrika og Asia, sum tørva korn úr Ukraina.
– Russar føra kríggj móti heimsins matvørutrygd, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, nú russar aftur hava lopið á havnina í ukrainska svartahavsbýnum, og átta fólk eru særd í álopunum.











