Pentagon vil hava ferð á amerikanska vápnaframleiðslu

USA hevur brúkt stórar nøgdir av lóður og rakettum í krígnum í Iran. Nú leggur Pentagon trýst á amerikanska verjuídnaðin fyri at økja framleiðsluna.

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, við Pete Hegseth verjumálaráðharra á odda, krevur nú størri ferð á vápnaframleiðsluna. (Savnsmynd). Foto: Daniel Heuer/Reuters

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, krevur, at verjuídnaðurin munandi skjótari skal framleiða og lata vápn og aðra hernaðarútgerð.

 

Tað skrivar The Washington Post, sum hevur fingið innlit í eitt skriv, ið var sent leiðarum í amerikanska verjuídnaðinum mikudagin.

 

Í skrivinum krevur varaverjumálaráðharrin Steve Feinberg »munandi skjótari og meira ágangandi veitingarætlanir« og økta framleiðslu av týdningarmiklari hernaðarútgerð.

 

– Menningartíðir, sum vara í fleiri ár, kunnu ikki góðtakast, skrivar Feinberg.

 

Boðini koma, eftir at Reuters týsdagin skrivaði, at USA hevur brúkt stóran part av sínum globalu goymslum av langrøkkandi neyvrakettum í krígnum í Iran.

 

Hetta hevur sambært Reuters elvt til stúran um, hvussu væl amerikanski herurin er fyrireikaður til møguligar framtíðar ósemjur.

 

Donald Trump forseti hevur tó víst aftur, at USA hevur ov lítið av lóðuri og vápnum. Hann sigur, at USA hevur »nógv meira lóður enn nakar annar í heiminum« og nógv meira, enn landinum tørvar.

 

RITZAU

 

Amerikanska verjumálaráðið, Pentagon, við Pete Hegseth verjumálaráðharra á odda, krevur nú størri ferð á vápnaframleiðsluna. (Savnsmynd). Foto: Daniel Heuer/Reuters