Víkingur hevur ikki tapt í sjey dystum á rað

Í dag endaði tað við teprum 2-1 heimasigri ímóti Skála, sum síðstu løtuna stríddist fyri at javna

Víkingur vann í dag 2-1 á heimavølli ímóti Skála. Sigurin ber við sær, at Víkingur er á fjórða plássi við 17 stigum. Tað eru seks stig aftur til HB, B68 og AB, og tað eru fimm stig fram til B36, sum nú klokkan 18 fer at spæla á heimavølli ímóti 07 Vestur.

 

Hetta var sjeynda ferðin á rað, at víkingarnir fóru av vøllinum við stigi. Síðsta ferðin, at Víkingur tapti, var 6. apríl, tá ið Víkingur í Klaksvík tapti 1-0. Sigurin í dag var tann triði síðani tá. Fýra ferðir er tað endað javnt.

 

Víkingur var frammanfyri 2-0 eftir fyrra hálvleik. Málskjúttar vóru miðvallarin Aron Jarnskor Ellingsgaard eftir eitt lítið korter, og  miðverjin Arnbjørn Svensson miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Uppleggini áttu ávikavíst Jørgen Nielsen og Aron Benjaminsen. Hetta var aðru ferð í ár, at Arnbjørn Svensson, sum í dag spældi fyri 175. ferð í bestu landskappingini, var málskjútti, og hetta var fyrsta ferðin í ár, at Aron Jarnskor Ellingsgaard var málskjútti. Sambært FaroeSoccer hevur Aron Jarnskor Ellingsgaard í 92 landskappingardystum í bestu deildini skorað fimm mál. Síðst, hann var málskjútti, var í 2024.

 

Serliga í seinna hálvleiki í dag bjóðaði Skála av álvara av. Tá ið tað restaði eitt stórt korter, eydnaðist tað at minka um munin til 2-1. Málskjútti var Simon Jørgensen, sum í vinstru sneiddi seg leysan, áðrenn hann við fløtum skoti sendi bóltin í handara síðunetið. Hetta var fimta ferðin í ár, at Simon Jørgensen var málskjútti í bestu deildini. Hann er nú ein av teimum, ið eru ovast á máltindinum.

 

Skála er á níggjunda plássi við sjey stigum.

 

Í 12. umfari fær Skála fríggjakvøldið vitjan av 07 Vestur, og sambært skránni fer Víkingur  fríggjakvøldið í Gundadal at hitta HB.