Seinnapartin eigur TB heimavøll ímóti Víkingi. Hetta er síðsti heimadysturin hjá TB í bestu deildini á hesum sinni.
Óli Johannesen er tøkur aftur eftir leikbann, og hesa ferð er Poul Ingason leikbannaður. Tað var fyri at mótmæla, tá ið HB hevði skorað sigursmálið í Gundadali síðsta sunnudag, at álopsessið hjá TB sá gula kortið fyri fimtu ferð.
Hjá Víkingi eru Hjartvard Hansen og Dánjal Pauli Lervig í ferðalagnum, sum er farið um Suðuroyarfjørð. Teir eru tøkir aftur eftir leikbann. Kappingarárið er liðugt hjá Filip Djordjevic, sum ímóti KÍ sá gula kortið fyri áttandu ferð í ár og tískil er leikbannaður í dag.
Meðan tað er greitt, at TB næsta kappingarár skal spæla í næstbestu deildini, so er tað ikki greitt enn, um Víkingur endar á fimta ella fjórða plássinum. Um Víkingur skal vinna fjórða plássið, so eru treytirnar, at Víkingur vinnur fulla úrtøku við Stórá, og at meistararnir í HB vinna øll stigini ímóti NSÍ við Løkin.
Páll Guðlaugsson og Sigfríður Clementsen fara aftur næsta ár at venja ávikavíst TB og Víking, og uppgerðin við Stórá verður fyrsta fetið í fyrireikingunum til árið, tá ið ávikavíst uppflyting og FM og altjóða fótbóltur fara at verða málið.
Enn er tað ikki greitt, um tað er nakar spælari á hesum báðum liðunum, sum eftir uppgerðina í dag fer at biðja liðunum farvæl.