Vil hava gomlu skipan um avlamisbilar í gildi aftur

Løgtingið fer í morgin at viðgera uppskot um at seta í gildi aftur gomlu reglarnar um avlamisbilar

Katrin Dagbjartsdóttir er ein teirra, ið hevur ein vanligan bil sum avlamisbil

1. januar í 2024 kom í gildi nýggj lóg um avlamisbilar, sum í stuttum merkir, at stuðul bara verður latin til serútgerð til avlamisbilar. Stuðul verður ikki latin til 'vanligar bilar', sjálvt um talan er um bilar til fólk við rørslutarni.

Hendan broyting varð framd fyri fyri at spara umleið eina millión krónur á Løgtingsfíggjarlógini.

Broytingin rakar øll tey við rørslu- ella virkistarni, sum hava ein vanligan bil, sum ikki er umbygdur á onkran hátt til endamálið. Nógvir avlamsibilar eru, sum eru púra vanligir bilar, men har førarin hevur eitthvørt avlamis- ella virkistarn.

Nú vil Sambandsflokkuin broyta lógina aftur til ta gomlu. Flokkurin hevur lagt fram uppskot um broyting í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur – Stuðul til avlamisakfør.

Hetta uppskot verður til 1. viðgerð í Løgtinginum í morgin.

Sambandsflokkurin sigur í viðmerking til uppskotið, at endamálið er at venda aftur til gomlu skipanina fyri stuðul til avlamisakfør, ið tryggjar tey, ið hava tørv, bæði fíggjarligan stuðul og rættin til at fáa bil ella annað viðkomandi akfar.

Flokkurin vísir á, at broytingin hevur havt neiligar sosialar avleiðingar. Í viðmerkingunum til uppskotið um at broyta § 26 stóð, at: “Endamálið við uppskotinum er at tálma útreiðsluvøkstri landskassans. Heldur enn at veita stuðul til bil, kann frameftir verða veittur stuðul til serligan útbúnað, sum er neyðugur fyri, at fólk við virkistarni kunnu koyra ein bil.”

– Hetta hevur havt við sær neiligar sosialar avleiðingar, tí fólk við rørslu- og virkistarni, ið hava tørv á vanligum bili til at virka gerandisligt og fara til arbeiðis, men ikki hava tørv á serligum útbúnað til bilin, verða útilokað frá stuðulsmøguleikum til bil. Sostatt ger galdandi lóggáva mun á fólki við rørslu- og virkistarni við at raðfesta tey, ið tørva serligan útbúnað til bilin, framum tey, ið ikki tørva serligan útbúnað, men framvegis tørva bil, sigur Sambandsflokkurin í viðmerkingunum.

 

Lesið eisini: Tingfólk gjørdu sjálvbjargin óhjálpin

– Omanfyri nevnda grundgeving fyri at broyta § 26, sum var at tálma útreiðslurvøkstur landskassan, kann ikki metast at taka nóg nógv atlit til teir persónar, ið vórðu raktir av uppskotinum, umframt at raka tilvildarligt í tann mun, at ávísir persónsbólkar verða útvaldir og ávirkaðir av sparingarátøkum hjá landinum, sigur flokkurin.

 

##med2##

Sambandsflokkurin heldur, at ringt er at meta um nágreiniligu fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum, tí hetta er tongt at nøgdini av umsøkjarum, harav ikki allir lúka treytirnar fyri stuðul.

– Við støði í upphæddini, ið varð spard burtur í sambandi við broytingina í verður mett, at fíggjarliga avleiðingin av uppskotinum verður umleið 1 mió. kr. árliga, skrivar flokkurin.

– Galdandi lóg hevur neiligar fíggjarligar avleiðingar við sær, tí tað kostar samfelagnum, at borgarar verða noyddir at vera heima við hús grundað á vantandi førleika at ferðast uttan vanligan bil, skrivar Sambandsflokkurin.

Flokkurin heldur, at broytingin hevur við sær at rættarstøðan verður hin sama, sum áðrenn broytingin í § 26 kom í gildi 1. januar 2024. Teir persónar, ið lúka treytirnar í § 26 hava rætt til stuðul sambært ásetingini og ikki bert til kassabil ella serligan útbúnað til bil, heldur Sambandsflokkurin.

Spurningurin er so, um samgongutinglimir eru sinnaðir at broyta skipanina aftur til ta gomlu, sum samgonan tók av 1. januar í fjør.

 

 

Katrin Dagbjartsdóttir er ein teirra, ið hevur ein vanligan bil sum avlamisbil

Katrin Dagbjartsdóttir, sum hevur rørslutarn, hevur týðiliga og greitt víst á, hvat hon heldur um lógarbroytingina, sum kom í gildi 1. januar í fjør, og sum tók rættin frá henni og fleiri við henna til stuðul til avlamisbil