Landsstýrið eigur at kanna møguleikan fyri at brúka meira trygdarskapandi vælferðartøkni á føroyskum ellisheimum og í eldrarøktini.
Tað heldur Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðarmálum, ein skrivligan fyrispurning um evnið.
Hon vil hava at vita, um landsstýrið ætlar at gera nakað fyri at økja nýtsluna av trygdarskapandi vælferðartøkni.
Eisini spyr hon, hvørja ávirkan slík tøkni kann fáa á trivnaðin og tryggleikan hjá búfólkum á ellisheimum og avvarðandi teirra. Harumframt vil hon hava landsstýriskvinnuna at lýsa, hvat økt nýtsla kann merkja fyri starvsfólkatørvin og eindarkostnaðin á eldraøkinum.
Kunnu sleppa undan at verða innilæst
Fía Selma Nielsen vísir á, at nýggj tøkni kann skapa fyrimunir fyri bæði búfólk og starvsfólk.
Trygdarskapandi tøkni kann sambært henni gera tað tryggari og virðiligari at búgva á ellisheimi og geva eldri størri frælsi, so tey ikki verða bundin at vera innandura í langa tíð.
Tøknin kann eisini lætta um hjá starvsfólkunum og tryggja, at arbeiðsorkan verður brúkt har, sum mest er fyri henni.
Hon leggur tó dent á, at endamálið ikki er at lata tøkni koma í staðin fyri menniskju.
– Tað er neyðugt, at tey møta menniskjum, og tøkni hjálpir at røkta og ansa búfólkunum, tá tað ber til og gevur meining, skrivar Fía Selma Nielsen í viðmerkingunum.
Kann minka um kostnaðin
Løgtingskvinnan vísir eisini á, at Búskaparráðið fleiri ferðir hevur staðfest, at eindarkostnaðurin á eldraøkinum eigur at lækka.
Ein møgulig leið kann sambært henni vera at brúka trygdarskapandi vælferðartøkni í størri mun.
Men tað kann krevja broytingar í lóggávuni. Fía Selma Nielsen vísir serliga á ásetingarnar um ávaringarskipanir og peilingarskipanir í tvingsilslógini.
Sambært henni ger grein 8 í lógini tað óneyðuga trupult at umsita vælferðartøkni á ellis- og røktarheimum.
Hon vísir á, at Danmark og onnur grannalond hava greiðari reglur, sum gera tað lættari at gagnnýta vælferðartøkni.
Landsstýriskvinnan hevur nú tvær vikur at svara spurninginum.










