Fótbóltur
Fríggjadagin stóð greitt, at KÍ hevur styrkt sær um álopið undan seinnu kappingarhálvu í Formula-deildini. Talan er um 31 ára gamla Denni Conteh, ið áður hevur spælt sum yrkisspælari í Fraklandi, Hollandi og Danmark.
- Mítt mál verður at hjálpa KÍ longur upp á stigatalvuni, sigur nýggi KÍ-álopsspælarin, Denni Conteh.
- Eg havi hoyrt sera nógv gott um Føroyar, so eg gleði meg at koma til Føroya at spæla fótbólt. Eg kenni ikki so nógv til føroyskan fótbólt, men mítt mál verður at hjálpa KÍ longur upp á stigatalvuni, sigur Denni Conteh við heimasíðuna hjá KÍ.
Nevndarformaðurin í sp/F KÍ, ið rekur Formulaliðið hjá KÍ, fegnast um avtaluna við danska álopsspælaran.
- Vit eru fegnir um, at vit hava fingið ein royndan álopsspælara, sum hevur spælt á hægsta stigi uttanlands. Hetta er ein styrkur til liðið her og nú, og samstundis arbeiðir leiðslan í felagnum við at finna varðandi styrk til Formulaliðið fram ímóti næsta kappingarári, sigur Aksel Johannesen.