Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hava Høgna Hoydal, landsstýrismann, at greiða frá um príseftirlit. Hann hevur sett honum ein grein 52a fyrispurning um málið.
Løgtingsmaðurin spyr soleiðis:
1. Nær verður príseftirlitið skipað?
2. Fer príseftirlitið at hava eftirlit við prísunum á øllum økjum um alt landið?
3. Verður eftir lit við, at mvg-frítøkur fáa tann virknað, sum ætlað? Her verður hugsað um frítøku á fleiri økjum, bæði innan gerandisvørur, grønar orkuskipanir og elbilar.
Í viðmerkingum til spurningin vísir løgtingsmaðurin á, at bankar og heilsølur hava met yvirskot, meðan vanliga fólkið hevur trupulleikar at fáa endarnar at røkka saman fíggjarliga.
– Hetta kann tykjast undarligt, tá hugsað verður um fíggjarstøðuna hjá landi og húsarhaldi.
– Eittpríseftirlit hevur tí skund fyri at hava eitt betri eftirlit við støðuni, sigur hann.
Og víðari vísir hann á, at bankarnir hava seinastu árini hækkað tænastu gjøldini hjá kundunum. Ein av grundgevingunum hjá bankunum fyri at hækka gjøldini var, at rentan varð lág og lutvíst negativ.
– Tað merkti, at bankarnir ikki vunnu nóg nógvan pening í mun til krøvini, teir skulu lúka. Nú rentan er hækkað nógv og er komin upp um 5% markið, er onki at hoyra frá bankunum um at lækka gjøldini aftur. Her kundu bankarnir hugsað sosialt rættari, sigur Jóhannis Joensen.
Hann sigur, at samstundis eru húsarhaldini meira sperd við høgum prísum og høgum rentutrýsti.
– Vøksturin í brúkaraprístalinum er hin hægsti í 40 ár. Hugsast kann, at skulu bankarnir fáa viðrák millum fólkið í landinum, mugu teir eisini hjálpa sperdu húsarhaldunum. Tað kann ikki bara snúgva seg um at vinna pening, sigur tingmaðurin.
– Eisini hoyrist, at heilsølur og timburhandlar hava met yvirskot, hóast prísir fara upp og keypi orkan minkar. Vónandi hava hesar vinnur ikki hækkað prísin óneyðuga nógv í mun til prísstøðið. Hesin spurningurin fær ikki minni týdning, tá samgongan í ár fer at frítaka gerandisvørur sum mjólk, breyð, frukt og grønmeti fyri mvg, so hesar vørur gerast bíligari.
– Príseftirlitið má tá halda eyga við, at føroyska familjan fær vinningin av hesum átaki – og ikki matvøruhandlarnir, sigur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður.