- Vit vildu ikki selja okkara hugsjónir afturfyri at fáa eina lønarhækking, sum ikki kann kallast annað enn láturlig.
Tað er orsøkin til, at Starvsmannafelagið í gjár tók tað óvanligu støðu at vísa eini lønarhækking frá sær, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna.
Tað var ikki fyrrenn í gjár, at Starvsmannafelagið tók eina endaliga støðu til semingsuppskotið, sum varð lagt fyri tey mikunáttina.
Úrslitið var, at felagið vildi ikki góðtaka semingsuppskotið.
Undir slíkum umstøðum er vanligt at fara í verkfall.
Men tað fór Starvsmannafelagið heldur ikki.
Ístaðin samdust tey við Fíggjarmálaráðið um at longja sáttmálan eitt ár, til 1. oktober í ár.
Undir ongum umstøðum
Hetta merkir, at longu í heyst skal Starvsmannafelagið aftur til samráðingar við arbeiðsgevaran um ein nýggjan sáttmála.
Orsøkin hesa sermerktu støðuna er tann, at Starvsmannafelagið vildi ikki upp á nakran máta góðtaka tað hugsjón, at skattaskipanin verður tengt upp í sáttmálasamráðingarnar.
- Tað var annars endamálið hjá Fíggjarmálið at tengja flatskattaskipanina upp í sáttmálasamráðingarnar, staðfestir forkvinnan.
Tí varð endaliga úrslitið av samráðingunum eisini tann, at ymsir lønarbólkar skuldi fáa ymsa lønarhækking, so at tær hægru lønirnar fingu lítla ella onga lønarhækking, tí tær fóru at fáa størri ágóða av flatskattinum.
- Men hetta er ein hugsjón, sum vit ikki góðtaka og sum vit undir ongum umstøðum vilja vera við til at knæseta, sigur Selma Ellingsgaard.
Lønarbólkurin, sum allarflestu limirnir í Starvsmananfelagnum eru í, skuldu fáa eina lønarhækking upp á 220 krónur um mánaðin.
- Vit vildu ikki selja okkara hugsjónir fyri eina láturliga lønarhækking upp á 220 krónur um mánaðin.
- Eftir at hava ráðført okkum við okkara álitisfólk, gjørdi ein samd nevnd í Starvsmannafelagnum av at vraka semingsuppskotið.
Tora væl
Men kortini gjørdi Starvsmannafelagið av at longja sáttmálan eitt ár, til 1. oktober í ár, men við ongari lønarhækking.
Men hóast vit onga lønarhækking fáa, fingu vit kortini onkrar batar í sáttmálan, sum hava stóran týdning fyri okkum, eitt nú í sambandi við førleikamenning. Samstundis verða tey, sum hava tikið yrkisútbúgving sum skrivstovufólk, flutt í hægri lønarflokk.
Men hví tóku tit so ikki bardagan beinanvegin? Hvør fyrimunur er at útseta tað til í heyst?
- Tað er ikki tí at vit ikki tora í verkfall, men í hesum føri mettu vit ikki at tíðin var búgvin til at fara í verkfall, sum støðan er nú.
- Og tann, sum fer í verkfall, skal eisini gera semju fyrr ella seinni og vit meta ikki, at nakað er at vinna við einum verkfalli beint nú.
- Ein lønarhøkking upp á 220 krónur um mánaðin er so lág, at vit mettu ikki at tað var vert at fara í verkfall fyri at fáa eitt lítið sindur upp á tað afturat.
- Hinvegin hava vit fingið nøkur serkrøv við í sáttmálan, sum vit hava stríðst fyri í fleiri ár.
- Tí gjørdu vit av, at bardagin skuldi ikki takast nú, sigur Selma Ellingsgaard.
Fer at hjálpa
Hon sigur, at tíðin til samráðingar verða aftur í heyst skal brúkast til at sannføra politiska myndugleikan um álvarsemi í at flætta skattapolitikkin upp á lønarsamráðingarnar.
Tíðin skal eisini brúkast til at sannføra politiskan myndugleikan um, hvussu skeivur skattapolitikkurin er, har tey lágløntu fáa lítið og onki í tey háløntu fáa alt.
Forkvinnan í Starvsmannafelagnum.
Hon ivast ikki í, at tey hava ein veruligan møguleika at ávirka støðuna.
Hví halda tit, at tit kunnu ávirka nú, tí tit mótmælt, áðrenn flatskatturin varð samtyktur, men tað var alt til onga nyttu.
- Tað er ikki fyrrenn nú, at avleiðingin av flatskattinum verður gjørdur ítøkiligur við tað, at fólk hava fingið sína fyrstu løn eftir nýggju skipanini.
- Í hesum sambandi hevur ein limur hjá okkum við ein løn, sum er yvir miðal, víst okkum á, at hann hevði 89 krónur meiri eftir av hesari lønini enn hann hevði av desember- lønini.
Selma Ellingsgaard ivast ikki í, at politiski myndugleikin fer at ásanna hetta til samráðingarnar í heyst.
- Og tá ið samráðingarnar verða aftur í heyst, verður kravið sjálvandi, at lønin skal hækka, staðfestir Selma Ellingsgaard.