Vilja fáa frið á jólum

Fleiri kommunur kring landið hava fingið eina áheitan um at tryggja fólki, frið heima hjá sær sjálvum á jólum

Fleiri kommunur kring landið hava nú fingið eina áheitan frá felagnum Heimafriður um at tryggja fólki frið nú um jólahalguna. Tey vísa til grein eitt í Halgidagslógini og grein eitt í Umhvørvisverndarlógini, og tær kommunur, sum hava fingið skrivið, eru Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Fuglafjarðar- og Tvøroyar kommuna.

 

– Sum vanligt ímóti jólum eru skip á veg í havn í Føroyum. Felagið er vitandi um, at fleiri skip, sum larma illa, og sum klagað hevur verið um áður, eru á veg inn í føroyskar havnir, siga tey í áheitanini á kommunurnar.

 

– Hetta merkir, at nógv fólk ikki fáa heimafrið á jólum. Summi eru so sperd av ganginum, at tey noyðast at flýggja úr egnum heimi, so leingi skipini liggja inni.

 

Felagið heitir staðiliga á kommunurnar sum varða av havnum, har larmandi skip liggja, um at finna loysnir, sum tryggja borgaranum frið, siga tey.