Vilja fegin hava samstarv fyri at bøta um trygdina á sjónum

Fjarskiftiseftirlitið vil fegið hava samstarv við Fiskiveiðieftirlitið fyri at bøta um trygdina á sjónum, sum er syndarlig á summum økjum

Trygd á sjónum

Nú er tað sumt sum bendir á, at Fjarskiftiseftirlitið og Fiskiveiðieftirlitið fara at ganga saman í samstarv fyri at bøta um trygdina á sjónum.
Og hetta man verða harðliga tiltrongd, tí á summum økjum stendur syndarliga illa til við trygdini á sjónum.
Eitt nú vísti Fjarskiftiseftirlitið á, at tað eru fleiri og fleiri útróðrarbátar, sum ikki hava kravdan vhf sendara umborð. Og har sendarin er umborð, er tað ein veksandi trupulleiki, at menn ikki duga at brúka útgerðina.
Hetta er ein veksandi trupulleiki, sum er til vanda fyri trygdina, bæði hjá teimum sjálvum, men eisini hjá øðrum, tí brúka teir ikki vhf sendaran, kunnu teir heldur ikki koma øðrum til hjálpar.
Elmar Højgaard, leiðari segði á Sosialinum í gjár, at Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við um útgerðin er umborð.
Men tað er Fjarskiftiseftirlitið, sum skal kanna eftir, um bátarnir og menninir, eisini hava tey neyðugu prógvini og og loyvini. tvs bæði frekevensloyvi til sendaran og prógv til at brúka sendaran.
Elmar Højgaard á Fiskiveiðieftirlitinum vísti samstundis á, at tað hevði verið frammi um at skipa samstarv ímillum Fjarskiftiseftirlitið og Fiskiveiðieftirlitið um at fáa betri skil á hesi viðurskfti. Fyribils var onki komið burturúr, men hann metti ikki, at tað skuldi verið trupult at fingið eina slíka avtalu í lag, so at vaktarskipini eisini fóru at kanna eftir um menn, sum vóru við skipum og bátum, eisini høvdu neyðug loyvi og prógv.

Samstarv vælkomið
Don Petersen, samskipari á Radioeftirlitinum váttar, at tað er tað, sum skal kannað eftir, um menn hava neyðug loyvi og prógv til vhf sendaran.
?Men skulu vit røkja tað uppgávuna, skulu vit hava bát og fara út á fiskileiðirnar. Og tann bátin hava vit ikki og tað er ógvuliga lítið, sum bendir á, at vit nakrantíð fáa hann, sigur hann.
Annars ger Fjarskiftiseftirlitið tað viðhvørt, at tað stendur fyri bátum, tá ið teir koma til lands og biðja um at síggja neyðug loyvi og prógv.
Eru loyvini ikki ílagi, verða menninir meldaðir og tað kemur meiri enn so fyri.
Men at kanna bátar úti á fiskileiðum, hava vit ongan møguleikan til.
Men tað kundi Fjarskiftiseftirlitið væl hugsa sær.
Tí tekur hann eisini væl ímóti hugskotinum um eitt samstarv við Fiskiveiðieftirlitið.
?Ein partur av hesum samstarvi kundi verið, at fólk frá Fjarskiftiseftirlitinum við jøvnum millumbili fór við skipum frá Vaktar og Bjargingartænastuni út á fiskileiðirnar at kanna skip og bátar.
Ein annar máti kundi verið, at Vaktar og Bjargingartænastan sjálv tók sær av hesum eftirlitinum og boðaði Fjarskiftiseftirlitinum frá, tá ið login varð brotin og bátar ikki høvdu neyðug loyvi og prógv umborð.