Øll valevni hjá Danska Fólkaflokkinum í Allerød hava skrivað undir ein sáttmála, har tey lova at víkja býráðssætið til næsta fólk á listanum, um tey skfita flokk.
Eftir seinasta býráðsval hendi tað í Allerød Kommunu, at einasta umboð, sum Danski Fólkaflokkurin fekk í býráðið skfiti flokk og fór í Konservativa Fólkaflokkin. Fyri at sleppa undan hesum, hava valevnini hjá flokkinum váttað, at tey mánadagin skriva undir eina avtalu, har tey lova at víkja sætið í býráðnum og lata sessin til næsta fólk á listanum, um tey sum býráðslimir skfita flokk. Tað sigur oddavalevnið hjá flokkinum, Else-Marie Madsen. Tað skrivar Frederiksborg Amts Avis.
– Øll kunnu sjálvandi skifta flokk, men tað skal ikki bera til at taka býráðssessin, sum tú hevur vunnið fyri flokkin, við tær til ein annan flokk, sigur hon.
Hon veit væl, at ein slík avtala ikki kann binda juridist, so sum Kurt Klaudi Klausen, professari á Institut for Statskundskab hjá Syddansk Universitet, váttar.
– Tey royna at binda ein persón til ein flokk. Tað er eingin lógarlig heimild til tað, sigur hann og kallar avtaluna »ógvuliga óvanliga«.
– Tað er staðfest í grundlógini, at tá tú ert valdur, so skal tú atkvøðu eftir tíni egnu sannføring. Tú ert ikki bundin av nakrari aðrari sannføring, skrivar Ritzau.