Vilja hava at vita hvat Føroyar hava kostað higartil í ár

Tinglimir hava varhugan av, at ov lítið er sett av á fíggjarlógini til fleiri endamál

Nú skal greiða fáast á, hvat føroyska samfelagið hevur kostað at reka higartil í ár.

Tað er tingmanningin hjá javnaðarflokkinum, sum hevur tikið stig til at fáa hesar upplýsingarnar almannakunngjørdar.

Tinglimirnir hjá javnaðarflokkinum sett øllum landsstýrismonnunum skrivligan fyrispurning, har spurt verður, hvussu nógv er brúkt á teimum ymsu málsøkjunum tann fyrsta ársfjórðingin í ár.

Kristian Magnussen, løgtingsmaður sigur, at nú vit eru farin um hálvan apríl, hevur landsstýrið væntandi fingið yvirlitini yvir útreiðslurnar á teimum ymsu játtunum fyri fyrsta ársfjórðing í ár.

Og tá ið teir upplýsingarnir eru tøkir, ber væl til at meta um útreiðslurnar tað, sum eftir er av árinum og sostat kunnu vit longu nú fáa eina heilt greiða ábending um, antin játtanirnar, sum eru settar av til tey ymsu økini á fíggjarlógini, fara at halda.


Ov lítið sett av

Kristian Magnussen vísir á, at upphæddirnar fyri, hvat tey ymsu økini skuldu kosta, vórðu ásettar seinasta heyst, tá ið fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram og seinni samtykt, uttan stórvegis broytingar.

Og so tíðliga kann tað verða trupult at meta um útreiðslurnar.

? Men tá ið fíggjarlógin varð til viðgerðar í tinginum, varð eisini fleiri ferðir ført fram, at útreiðslurnar til fleiri málsøki vóru undirmettar - og summar útreiðslur enntá stórliga undirmettar.

Hans Pauli Strøm, sigur, at m.a. førdu tinglimir fram, at fult endurgjald varð ikki sett á fíggjarlógina fyri lønarvøksturin sum fakfeløgini samráddust seg fram til seinasta vár.

? Eitt nú varð ført fram, at yvirhøvur hevði landsstýrið bara hækka fíggjarlógina við eini upphædd sum svaraði til 2/3 av teirri lønarhækking, sum fakfeløgini fingu.

Tann seinasti triðingurin skuldi so fáast til vega við sparingum.

Men tað varð eisini ført fram, at útreiðslurnar, til eitt nú almannamál, sum er eitt stórt mál, vóru undirmettar so tað munaði.

Hann sigur, at tað er eisini sumt, sum bendir á, at t.d. Landssjúkrahúsið fær fíggjarligar trupulleikar seinni í ár.

? Uppsagdi sjúkrahúsleiðarin, Jákup Mørkøre førdi, fram, at tað var neyðugt við sparingum fyri at fáa játtanina at halda.

Men hann metti eisini, at tað var neyðugt at taka burturav játtanini til lønir at brúka til annan rakstur, so at sjúkrahúsið fekk keypt heilivág, tilfar o.a. sum brúk er fyri í viðgerðini.

Kristian Magnussen sigur, at hóast hetta, so dugir hann ikki at síggja at nakrar sum helst sparingar eru settar í verk, fyri at fáa útreiðslurnar at halda.

Hann minnir á, at landsstýrið hevur lovað fleiri lógarbroytingar, sum skuldi føra sparingar við sær, men tað er onki komið enn.


Skulu biðja um meir

Hann sigur, at nú kunnu vit í hvussu so er gera støðuna upp fyri ein ársfjórðing og so fáa vit at síggja, hvar vit flóta, og hvussu gongdin verður, tað, sum eftir er av árinum.

Hann sigur, at vísir tað seg, at ov lítið er sett av til ymisk málsøki, skulu avvarðandi landsstýrismenn biðja um eykajáttanir tá ið teir fáa tað at vita, ella skal lógin broytast og lagast til játtanina.

Kristian Magnussen sigur, at tað er semja fíggjarnevndin, landsgrannskoðari, fíggjarmálastýrið og umsitingina hjá løgtinginum, at játtanir skulu haldast, so ella so, tí ongin útreiðsla má vera goldin, uttan at heimild er fyri henni í fíggjarlógini, ella í aðrari játtanarlóg.

Sostatt er ein vanlig løgtingslóg ikki nóg góð heimild til at gjalda útreiðslur eftir.

Og tí má tingið antin játta peningin til eina lóg á serstakari játtan- ella at taka løgtingslógina, sum førir útreiðsluna við sær, av.

? Tvs, er ov nógv brúkt, skal landsstýrismaðurin antin biða um meiri pening, beinanvegin, hann fær tað at vita, ella skal hann leggja uppskot fyri tingið um at broyta lógina.

Hann sigur, at tað er greitt brot á stýrisskipanarlógina at drála við at bíða um meiri pening, ella at broyta lógina, um landsstýrismaður varnast, at ov nógv er brúkt.

Kristian Magnussen heldur tí, at tað hevur týdning at fáa hesi viðurskiftini lýst longu nú.