Vilja hava námsfrøðingar inn í eldraøkið

Hvat skal eldraøkið innihalda? Út yvir grundleggjandi røkt og heilivág, hvørji tilboð skulu gevast teimum eldru borgarunum í samfelagnum?

 

Halgerð Jacobsen, nevndarlimur í Føroya Pedagogfelag, heldur, at tíðin er komin at seta námsfrøðingar í starv á eldraøkinum eisini.

- Eldraøkið hevur tørv á námsfrøðingum, so tey eldru kunnu fáa meira innihald í dagin. Øll menniskju ynskja ein innihaldsríkan dag, soleiðis er eisini við teimum eldru, sigur hon. Hon sigur, at arbeiðsuppgávan hjá teimum skal vera at menna sosialar relatiónir saman við kreativiteti. Sum dømi nevnir hon, at tey eldru skulu hava møguleikan at fara a kafé, til tiltøk ella vitja onnur eldratilboð.


Les eisini Fjølbroytni skal til

 

Halgerð Jacobsen vísir á, at í eldraøkinum starvast í dag í høvuðsheitum sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heimahjálpin.

- Hesir fakbólkar gera sítt besta og tað grundleggjandi sum røkt, heilivágur og matur er í hásæti. Námsfrøðingurin skal gera nakað annað og tað er at fáa innihald í dagin, sigur hon. Hon vísir millum annað á, at námsfrøðingarnir kundu farið túr við teimum eldru at vitja nærumhvørvið og latið tey eldru greitt frá og sagt sína søgu.

 

Halgerð Jacobsen heitir tí á tey, ið bjóða seg fram til kommunuvalið at seta námsfrøðingar í starv á eldraøkinum.

- Harvið fær tann eldri borgarin eitt øðrvísi tilboð, har lívsgóðska er í hásæti. Hetta kann vera við til at fyribyrgja ymsar sjúkur, millum annað sálarsjúku, sigur hon.

 

- Tann eldri  borgarin fær eina betri lívsgóðsku við at hava nærveru við onnur menniskju í sosialum samanhangum, við upplivingum og kreativiteti í degnum og varðveitir harvið førleikar og vísdóm, sigur Halgerð Jacobsen.