Ummæli
Fyrsta fløgan hjá 16 ára gomlu piltunum í Paradox Falling in love, er ein fokkjúslig poppunk fløga og slær endaliga fæst, at hetta er ein bólkur, sum skal takast við álvara, kanska enntá í ov nógvum álvara í støðum. Hon vísir eisini, at vit umframt 200 og The Dreams hava ein triðja avbjóðara til punk trúnuna í Føroyum.
Heimsumfatandi rørsla
Eg veit ikki heilt hvat, tað er sum ger føroyingar til serliga dugnaligar punkarar, men sum trendurin er í føroyskum tónleiki í løtuni, so eru tað punk bólkar, ið vinna fram. Men hetta hendir eisini í útheiminum, har góðu gomlu Green Day í ár hava lagt allan heimin fyri sínar føtur enn einaferð.
Sterkasta netvarpsløtan
Eg havi sæð Paradox ofta á konsertum í ár, og eg verði alsamt meira sannførdur um, at teir eru ein fantastiskur bólkur. Fyrstu ferð eg sá teir var í Prixnum. Teir blástu meg um koll. Samrøðan við SVF á prix.fo, har trummuleikarin Búgvi Jónleifsson Magnussen kallar føroysku politakararnar nakrar fokking grýlur, stendur enn sum sterkasta løtan í føroysk netvarpssøgu. So eg var longu fjeppari, tá eg setti meg niður at lurta eftir fløguni. Eg var sera spentur.
16 ára gamlir
Áðrenn eg hevði lurtað eftir fløguni, ætlaði eg ikki at koma inn á, at hetta eru 16 ára gamlir dreingir, sum hava givið eina fløgu út. Eg minnist enn við kvalma, hvussu heimurin elskaði eitt forferdiligt kassettuband, sum Róin og Magni góvu út fyrst í 90árunum, fólk elskaðu tað, tí teir vóru so ungir.
Eg hugsaði, at tann vinkulin var eitt sindur bíligur. Øll eiga at verða dømd eftir sama standardi osfrv. Men eg skilti skjótt, at tað er ómøguligt at lata verða við at tosa aldur, tá tú lurtar eftir Paradox. Eingin annar enn ein flokkur av 16 ára gomlum dreingjum kann gera eina tílíka fløgu. Fløgan er so øgiliga nógv merkt av tannáringa attitudu. Eg noyddist at krúpa til krossin og viðganga, at aldur hevur stóran týdning,
Kærleiksyrkingar
Tað er ómøguligt at sleppa uttanum tað, at tað er ótrúliga stuttligt at hoyra ein 16 ára gamlan drong syngja The innocense of childhood never dies ella Look around you son. Tekstirnir eru annars í stóran mun kærleiksyrkingar, skrivaðar á enskum. Fjórða vers í lagnum Im in love sigur alt:
Whats so different about us all?
I need to get laid thats all
Im in love and so what?
I just need someone to think Im hot
16 ára gamlir dreingir hugsa fyrst og fremst um at sleppa í song við gentum, og Paradox eru einki undantak. Tað er tann ólukkuligi kærleikin, sum flestu sangirnir snúgva seg um. Um dreymin um kærleikan, um at hyggja at konufólki, um bara at skora og um ikki at tora. Tú ert ongantíð í iva um, at hetta eru tannáringar fyltir við hormonum sum ganga amokk. Fløgan vendir sær eisini fyrst og fremst til aðrar tannáringar.
Rættuliga álvarsligt
Eg sakni tó skemt í tekstunum, hetta er stuttligur tónleikur, men tekstirnir eru rættuliga álvarsligir, í mun til t.d. 200 og The Dreams eru teir beinleiðis keðiligir. Eg sakni, at verða undirhildin og provokeraður av tekstunum. Tað er eitt sindur ov fitt.
Sum á flestu føroysku fløgum á enskum, er ikki talan um yrkingarlig meistaraverk, men í hesum popp punkutta samanhangi, ger tað einki, um enska málið er eitt sindur hjálparleyst.
Orkufult
Bólkurin spælir við nógvari orku og sannførandi, og fløgan heldur tónlistarliga. Hetta er ikki Aldubáran, men tað pjøvist tað heldur ikki at vera í tannáringa popp punki. Paradox gera tað, sum Paradox gera minst líka væl, sum Paradox pjøvast at gera tað.
Nýskapandi schmýskapandi
Eg hoyri eitt sindur av bólkum sum Blink 182, Green Day og Sum 41 í tónleikinum hjá Paradox, ið als ikki er serliga nýskapandi, men tað ger ikki pettið, ella sum onkur vildi sagt nýskapandi, schmýskandi.
Góð løg
Styrkin hjá Paradox er ein fokkjúslig attituda, og sterk bólkakensla og ikki minst fín løg. Her er tað serliga tungmálmslagið Lost my pride sum skarar framúr, lagið brýtur frá hinum løgunum á fløguni, við at vera tyngri, og klæðir sum so nokkso illa fløguni. Tí fløgan er nokkso poppkend. Men av tí, at lagið er so øgiliga gott, er ringt at ímynda sær, at tað ikki var við.
Fyrsta lag á fløguni The innocence of childhood er í hinari grøvini og kanska tað mest popputta lagið á fløguni. Eg fari av onkrari orsøk at hugsa um All the small things hjá Blink 182, tá eg hoyri tað, lagið hevur somu kenslu.
Hittgóðska
Veikasta lagið á fløguni er My own words, ið við sínum rokkballadu niðurløgum, og tungmálmskendu rokkpettum slettis ikki er á støði við hini løgini á fløguni.
Lagið Control er nokk lagið á fløguni við størst hittgóðsku. Tað er eitt fantastiska lekkurt popp punk lag, við góðum versum og fangandi niðurlagi.
Festligasta lagið á fløguni er uttan iva The empty blues jam. Her er sleppur tann orkan, sum Paradox hava live veruliga fram. Lagið minnir eitt sindur um fyrstu EP fløguna hjá Ugly Kid Joe, eitt slag av punk blues, sum fær meg at smíla. Byrjanin á lagnum er eisini eitt sindur av eini heilsan til punkguðarnar í 200, við eini felags innteljing 1-2-3-4. Tað er nokkso fitt.
Framleiðslan
Tveir av dugnligastu føroysku ljóðmonnunum hava staðið fyri framleiðsluni, Jónas Bloch Danielsen hevur verið framleiðslustjóri, og hevur tikið upp, meðan Jón McBirnie hevur ljóðblandað. Teir eru slopnir væl frá uppgávuni, og ljóðblandið vinnur við tíðini. Eg var ikki sannførdur fyrstu ferð eg hoyrdi fløguna, men nú eg havi hoyrt hana fleiri ferðir, so eri eg sannførdur.
Viva la Republica er enn besta føroyska punkfløgan, men Falling in love er so sanniliga verd at ogna sær, serliga um tú ert tannáringur innantanna ella uttantanna