- Hetta ber ikki til, hugsaði Magnus Hansen í Havn við sær sjálvum leygarkvøldið.
Í høvdi hansara mólu tær skerjingar, sum javnan verða gjørdar á eldraøkinum. Og nú aftur.
Tí fekk hann hugskotið at stovna ein bólk á Facebook sum mótmæli móti skerjingunum, og hugskot hansara hevur fingið so góða undirtøku, at klokkan 11.30 í morgun, vóru 744 limir í bólkinum.
Hann veit av egnum royndum, at nógv gomul hava tað alt annað enn gott. Torført, fyri ikki at siga ógjørligt, er at sleppa inn á røktarheim, og fleiri heimabúgvandi gomul fáa ikki ta hjálp, sum tey hava fyri neyðini. Nærverkinum vantar neyðuga peningin. Í flestu førum, har tey eldru og óhjálpnu ikki fáa neyðug røktina, noyðast avvarðandi at taka um endan, um nøkur avvarðandi eru. Og sambært Rósu Samuelsen í D&V í síðstu viku, er hetta tann loysnin á trupulleikanum, ið landið ivaleyst ynskir, sigur Magnus.
Í fleiri førum eru tey eldru so illa fyri, at tey avvarðandi noyðast at siga arbeiðið frá sær fyri at vera um tey gomlu.
- Hetta førir sjálvandi við sær miss, bæði sosialt og fíggjarliga. Harafturat er sokallaða samsýningin, góðar 10.000 krónur um mánaðin, áðrenn skatt, láturlig. Talan er jú ikki um 8-16 arbeiði, men harafturímóti 24 tíma arbeiði, 7 dagar umvikuna, 365 dagar um árið. Afturat tí skal so eisini staðfestast, at tað er í fægstu førum, at tey avvarðandi hava fakliga førleikan, ið skal til fyri at veita nøktandi røktina, sigur Magnus.
Hugsanin er at fáa fleiri felagsskapir upp í Eldravernd. Felagsskapir, ið tey vita kunnu gera sína ávirkan galdandi, og Magnus vónar, at eitt nú fakfeløgini fara at taka væl ímóti áheitanini, ið Eldravernd hevur sent teimum um stuðul.
Arbeitt verður við at skipa fyri tiltøkum til tess at gera vart við syrgiligu støðuna. Eitt nú hevur verið tosað um møguliga at skipa fyri mótmælisgongu í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini, sigur Magnus Hansen.