Vilja við lóg hava C, W, Q, Z og X inn í føroyska stavraðið

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um eitt góðkent føroysk stavrað

Sambandsflokkurin hevur lagt fyri tingið lógaruppskot um føroyskt stavrað. Lógin skal vera soljóðandi:

 

»§ 1. Føroyska stavraðið er skipað í hesar bókstavir: A, Á, B, C, D, Ð, E, F, G, H, I, Í, J, K, L, M, N, O, Ó, P, Q, R, S, T, U, Ú, V, W, X, Y, Ý, Z, Æ, Ø.

 

§ 2. Føroyska stavraðið er bindandi fyri almennar myndugleikar, m.a. skúlar og stovnar, og er einasta galdandi stavrað.

 

§ 3. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur fyri nýtslu av stavraðnum í skúlum og málsligari leiðbeining.

 

§ 4. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2026.«

 

Í viðmerking til lógaruppskotið sigur Sambandsflokkurin, at lógaruppskotið byggir á tilmælini frá Løgtingsins Mentanarnevnd í løgtingsmáli 16/2009.

 

– Ein samd nevnd legði fram álit, har heitt varð á landsstýrið um at fyrireika eitt málráð, sum skuldi avloysa Málnevndina. Nevndin legði dent á, at ráðið skuldi vera so breitt samansett, at fleiri fatanir komu til orðanna í ráðnum, umframt at spurningurin um stavraðið átti at verða viðgjørdur í hesum ráði. Nevndin vísti í tí sambandi á, at spurningurin um stavraðið ikki bara er málfrøðiligur, men eisini politiskur, og at Løgtingið bæði kann og eigur at geva sína hugsan til kennar um hetta mentanarpolitiska mál.

 

Niðurstøðan hjá Løgtingsins Mentanarnevnd viðvíkjandi spurninginum um stavraðið var:

 

1) at Føroyar bara eiga at hava eitt stavrað,

 

2) at hetta stavrað skal vera løggilt (autoriserað), og

 

3) at tað skal hýsa stavunum C, W, Q, Z og X, eins og stavrøðini í nærum øllum teimum málum, føroyskt er skylt við.

 

Hetta stavraðið, við 34 stavum (tað latínska stavraðið við 26 stavum umframt 8 serstavir), vanliga nevnt móðurmálsstavraðið, samsvarar við nútímans føroyska málbrúkið, eins og tað samsvarar við stavrøðini í nærum øllum teimum málum, føroyskt er skylt við, sum t.d. stavrøðini í tí enska, danska, norska, svenska, týska, franska og spanska málinum.

 

Føroyska málið verður í dag ikki bara myndað av arvorðum, men eisini tøkuorðum og fremmandaorðum. Stavirnir C, W, Q, Z og X eru partur av málsliga veruleikanum, bæði í heitum, náttúrufrøði, læknafrøði, tøkni, tølum, nøvnum o.ø. At hesir stavirnir formliga eru úti úr stavraðnum, hevur elvt til stórar praktiskar trupulleikar í skúlum og á málsøkinum yvirhøvur.

 

Ein kanning hjá Lóðri á vári 2014 vísir, at umleið 70% av Føroya fólki taka undir við

 

móðurmálsstavraðnum, meðan bara umleið 30% stuðla tí skerda stavraðnum (kanningin endurgivin í greinini “Fólkið sigur ja til CQWX og Z” í Sosialinum 7. mai 2014).

 

Móðurmálsstavraðið hevur eisini dygga fakliga undirtøku frá føroyskum málfrøðingum og - granskarum, umframt táverandi minnilutanum í Málráðnum.

 

Í spurninginum um móðurmálsstavraðið tók fráfarandi Málnevndin eisini einmælt undir við tilmælinum frá Løgtingsins Mentanarnevnd.

 

##med2##

 

Grein úr Sosialinum 7. mai 2014

 

Meira kann lesast um lógaruppskotið hjá Sambandsflokkinum við at trýsta her