Føroyski landsliðsleikarin, Viljormur Davidsen, hevur í alt ár drigist við ein heldur keðiligan skaða í baklærinum, sum hevur gjørt at føroyski leikarin hevur sitið uttanfyri í nærum tveir mánaðir.
Men um vikuskiftið var føroyski leikarin aftur á liðnum hjá Vejle fyri fyrstu ferð í 2016.
Hóast at hann hevur verið skaddur leingi, byrjaði Viljormur inni á vinstra bakki sunnudagin, tá Vejle spældi á útivølli móti HB Køge í einum dysti sum Vejle vann 2-1.
Við heimasíðuna hjá Vejle, sigur Viljormur Davidsen, at hann fegnast um at vera aftur á liðnum.
- Vit høvdu avtalað áðrenn dystin at eg skuldi spæla umleið 60 minuttir av dystinum, av tí at eg hevði verið so leingi uttanfyri. Men eg endaði við at spæla 80 minuttir, sum var meira enn tað eg hevði vænta at klára.
- Tað gekk fínt. Vit fingu eina keðiliga byrjan uppá dystin, tí vit koma afturum longu aftaná 1 minutt, men klára so at venda tí í seinna hálvleiki, soleiðis at vit vinna 2-1. Tað kundi ikki verið nógv betri.
Viljormur Davidsen og Vejle Boldklub liggja í løtuni á uppflytingarplássi í næstbestu donsku deildini. Teir eru nummar trý í deildini, meðan AC Horsens er nummar tvey og Lyngby Boldklub nummar eitt.
Hitt føroyingafelagið, Vendsyssel FF, ið hevur Hall Hansson, Brand Hendriksson Olsen, René Shaki Joensen og Meinhard Olsen í hópinum er á sætta plássi í deildini, men hevur spælt ein dyst færri enn flestu av hinum liðunum.