Viljormur sigur farvæl við Vejle: Takk fyri alt

Viljormur Davidsen hevur skift frá Vejle til svenska Helsingborg

Viljormur Davidsen hevur skift frá Vejle til svenska Helsingborg. Hann hevur í skrivi á Facebook, sent eina heilsan til Vejle Boldklub.

 

- Eg vil gjarna takka Vejle Boldklub fyri tey seinastu átta árini. Eg havi notið hvørt sekund í felagnum. Tit tóku væl ímóti mær og tað bleiv mítt annað heim frá fyrsta degi. Eg og familjan hava notið at verið í Vejle, og eg vil fegin takka øllum, sum hava gjørt hesa tíðina serstaka, sigur Viljormur Davidsen í takkar skrivi til Vejle.

 

Viljormur Davidsen er tann útlendingurin, sum hevur spælt flestar dystir fyri Vejle BK. Eftir skjótt 9 ár er tíðin tó komin til, at royna nakað nýtt.

 

- Eg kenni á mær, eftir skjótt 9 ár í felagnum, at eg trongdi til nýggjar avbjóðingar. TAð havi eg fingið við framúr møguleikanum at spæla við Helsingborg IF. Eg gleði meg ótrúliga nógv, skrivar Viljormur Davidsen víðari.

 

- Eg fari altíð at fylgja Vejle, sum hevur eitt serligt pláss í mínum hjarta. Eg vil gjarna takka øll liðfeløgum, leiðarum, eigarum og viðhaldsfólkum fyri tíðina í felagnum, sigur Viljormur Davidsen.

 

Viljormur Davidsen verður  nú liðfelagi við Brandi Hendriksson í bestu svensku deildini.