Viljormur skiftir felag

NSÍ hevur skrivað undir sáttmála við Viljorm Davidsen

Tað hevur ljóðað í fleiri vikur, og nú er tað váttað alment.

 

NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:

 

34 ára gamli Viljormur Davidsen, ið er uppvaksin í felagnum, verður aftur at síggja í gulu blusuni komandi trý árini

 

Viljormur flutti til Danmarkar bert 15 ára gamal, har hann spældi við ungdómsliðnum hjá OB. Viljormur hevur síðani umboðað fleiri feløg í Danmark. Viljormur var heima í Føroyum og vendi í 2012, har hann spældi tríggjar dystir fyri besta liðið hjá NSÍ, áðrenn hann aftur fór til Danmarkar at royna seg.

 

Viljormur flutti til Føroyar í 2023, har hann síðani hevur spælt við HB.

 

Viljormur hevur valt at koma aftur til barndómsfelagið, og tað gleðast vit um í NSÍ.

 

Vit vilja ynskja Viljormi hjartaliga vælkomnan heim, og gleða okkum at fylgja honum komandi trý árini, skrivar NSÍ í kvøld.