Villar gæs kosta føroyskum bóndum milliónir

Villgæs, sum herja bø og veltir, eru ein so stórur trupulleiki í dag, at tær kosta føroysku bóndunum milliónir av krónum um árið.

Tað er úrslitið eftir einum roknistykkið, Búnaðarstovan hevur gjørt.

Villgæs hava leingi verið ein trupulleiki, tí tær seta seg í bøin og eta alt grasið, sum bóndin annars skuldi hava at geva neytum og seyði.

Nú er Búnaðarstovan so farin undir at útvega skjalprógv fyri, hvussu stórt virðið fer fyri skeytið av tí, at gæsnar sita í bønum og eta alt, sum fyri er.

Tað er gjørt á tann hátt, at í fjør vórðu nøkur stykki á Sandi stikað inni og net spent útyvir, so at gásin ikki slapp framat.

Stykkini uttanum eru friðað fyri seyð alt árið, so gásin er tað einasta, sum hevur avirkan á grøðina.

Annars vórðu tey innistikaðu stykkini og stykkini uttanum, tæðað á sama hátt.

Stykkini vórðu sligin fyrstu ferð tann 14. juni í ár og síðani er grasið á stykkjunum, sum varð friðað fyri gás, og grasið á tilsvarandi stykki uttanum, turkað í ovni at fáa alla vætuna úr, og so varð grasið vigað.

- Úrslitið er, at úrtøkan av grasi á stykkjunum, sum vórðu friðað fyri gæs, var 8.630 kilo fyri hvønn hektar, sum er 10.000 fermetrar, og úrtøkan, á stykkjunum, har gásin slapp framat, var úrtøkan 5.580 kilo ella 35 prosent minni.

Rólvur Djurhuus á Búnaðarstovuni sigur, at helst mugu bøndur keypa hoyggj fyri at viga upp ímóti missinum.

- Við galdandi prísum má bóndin sostatt keypa hoyggj fyri 11.000 krónur fyri hvønn hektar fyri at viga upp ímóti missinum, hann hevur av gæsnum hendan fyrsta slótturin.

Poul Klementsen, nevndarformaður í MBM og bóndi á Sandi, staðfestir, at tað eru heilt nógvir bøndur, sum hava velt einar 15 hektarar.

Tískil kann tapið hjá hvørjum bónda skjótt koma upp á hundraðtúsundtals krónur og fyri føroyskan landbúnað sum heild, er talan um ein miss upp á milliónaupphæddir, sum gæsnar elva til.

- Hetta eru upphæddir, sum verða førdar uttanlands at keypa stráfóður fyri ístaðin fyri, at tær vórðu verandi í landinum og kundu verðið brúktar at ment landbúnaðin.

Búnaðarstovan fer í næstum at skjóta upp fyri landsstýrinum, at fuglaveiðilógin verður broytt, so at tað verður loyvt at skjóta gæs á veltum lendi.

Búnaðarstovan leggur sostatt ikki upp til vanliga veiði, men at tað skal vera loyvt at skjóta gæs, sum eru á veltum lendi.

- Tað skal vera bóndin, sum fær loyvi at skjóta og ikki almenningurin, sum so.

- Eitt endamál er at styggja tær í hagan, so at tað velta lendið fær frið, sigur Rólvur Djurhuus.

Poul Klementsen tekur staðiliga undir við, at tað verður loyvt at skjóta gæs á veltum lendi.

Hann heldur, at hetta kundi enntá verðið ein inntøkukelda hjá bóndum at leiga veiðiloyvi á teirra jørð út.

Myndin vísir týðiliga, hvussu stóran skaða, villgæsnar gera. Myndin er tikin á Sandi 11 mai, tá ið gróðurin var byrjaður av álvara. Grasið í stykkinum, sum gásin ikki slapp fram at, er 37 sentimetrar sítt, men tað er bara 10 sentimetrar, á stykkinum uttanum, har gásin sleppur til.