Vilt tú vita meir um Agenda 21?

Tíðindaskriv

»Agenda 21 ? ein ætlan fyri burðadygga menning« eitur nýggjur bóklingur, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur latið prentað

Útgáva
tíðindaskriv
Føroyska útgávan er ein stutt lýsing av høvuðsinnihaldinum í Agenda 21 arbeiðsætlanini.
Í mun til nógvar aðrar altjóða sáttmálar, er Agenda 21 ikki løgfrøðiliga bindandi. Tað er hinvegin eitt skjal, sum heitir á øll lond um eftir egnum ynski at gera sítt til at fáa eina burðardygga menning. Agenda 21 skilir seg eisini út við at vísa á, at allir samfelagsbólkar mugu luttaka í arbeiðinum at loysa og fyribyrgja teir umhvørvis- og menningartrupuleikar, sum heimurin stendur í.
Í bóklinginum eru viðkomandi og dagførdar myndatalvur, sum vísa samfelagslig og fíggjarlig viðurskiftir og býti av tilfeingi, tildømis pappírsnýtslu og orkuytslu pr innbúgva býtt í heimspartar.
Bóklingurin kunnar breitt um Agenda 21 og ynski er at kveikja áhuga, soleiðis at fyrilit framyvir natúrliga verða tikin í umhvørvis- og menningarviðurskiftum. Bóklingurin er vælegnaður sum undirvísingartilfar og kann fáast við at venda sær til Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og er eisini at finna á heimasíðuni
www.hfs.fo/utgavur
Lokal agenda 21
Hugtakið hugsa globalt ? handla lokalt er ofta at hoyra í samband við Agenda 21 og sipar til, at vit eiga øll at vera varug við, at okkara avgerðir í tí dagliga hava alheimslig árin. Um vit tildømis í tí dagliga eru ansin og endurnýta, spara vit ikki bert pening, men vit spara eisini uppá virðismikið tilfeingi í náttúruni.
Annar nýggjur bóklingur er ?Lokal Agenda 21 ? Idékatalog?, sum júst er útgivin av Norðurlendska Ráðharraráðnum. Faldarin vísur á ítøkiligar ?lokal agenda ?21? verkætlanir, sum eru settar í verk í norðurlondum.
Bóklingurin gevur ítøkilig hugskot til kommunur, feløg og einstaklingar, sum ynskja at arbeiða við ?lokal -agenda 21? verkætlanum.
Hesin bólkingur kann eisini heintast á heimasíðu hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovu, www.hfs.fo/utgavur ella síggjast á
www.alta.is/la21/