2. og 3. mai fer væl umtókti danski rapparin Alex at framføra í Føroyum, og í tí sambandi, kanst tú ogna tær ókeypis atgongumerki.
Ymsastaðni í Føroyum hanga plakatir um konsertina við Alex í Eclipse og í TB Húsinum.
Finnur tú eina tílíka plakat, tak so eina mynd av tær við síðuna av plakatini og send myndina til info@lyriklaboratoriet.com við tínum navni, telefonnummari og býi.
Tær tríggjar bestu myndirnar verða løntar við tveimum atgongumerkjum og tveimum ?drinks?.
Tú kanst luttaka í kappingini fram til 29. apríl, so tað ræður um at skunda sær!