Vinnari skal finnast í dag

60.000 krónur eru at vinna í Sunda kommunu í dag, nú roynt hevur verið at gera hugskot til veruleika.

Í vikuskiftinum hevur eitt spennandi Startup-skeið verið í Hósvíkar skúla, har fleiri ágrýtin fólk hava arbeitt við at gera hugskot til veruleika. 

 

Í Sunda kommunu vita tey at siga, at vinnarin skal finnast í dag, sunnudagin 12. apríl klokkan 16, tá úrslitini verða løgd fram, og ein dómsnevnd fer at útnevna ein vinnara.

 

- Besta hugskotið fær 10.000 krónur frá Sunda kommunu og ein ráðgevingarpakka frá Vinnuframa á 50.000 krónur.

 

Lagt verður aftrat, at spennandi tiltakið verður í auluni í Hósvíkar skúla, og øll eru hjartaliga vælkomin.