Tað er langt ímillum vinnupolitisku átøkini í fyrstu ólavsøkurøðu nýggja løgmans, heldur Vinnuhúsið.
Felagið hevur nú gjørt viðmerkingar til røðuna og valt trý átøk, sum verða mett jalig, trý, sum sambært Vinnuhúsinum vóru betur ógjørd, og trý, sum als ikki vóru við.
Vinnuhúsið vísir á, at fyrsta ólavsøkurøðan hjá einum nýggjum løgmanni vanliga gevur eina ábending um, hvørji mál samgongan fer at raðfesta fyrst.
– Tað er langt millum vinnuátøkini í røðuni, og yvirhøvur verður lítið gjørt burtur úr kappingarførinum hjá føroysku vinnuni, skrivar Vinnuhúsið.
Fegnast um skattamørk og marknaðaratgongd
Eitt av átøkunum, sum fær jaliga móttøku, er ætlanin at stilla inntøkumørkini í skattastiganum, so tey fylgja lønargongdini.
Sambært Vinnuhúsinum er hetta bæði gott og neyðugt, um skattaprosentið ikki skal hækka sjálvvirkandi, tá lønirnar hækka.
Vinnuhúsið tekur eisini undir við ætlanini at raðfesta betri marknaðaratgongd á fleiri týðandi marknaðum. Føroyar eru eftirbátur í mun til kappingarneytarnar, og tí verður raðfestingin mett at vera røtt.
Felagið undrast tó á, at løgmaður ikki nevndi møguleikan fyri føroyskum EFTA-limaskapi, hóast hetta er partur av samgonguskjalinum.
Eisini ætlanirnar um at fáa fleiri bústaðir bygdar verða mettar jaligar. Millum átøkini eru styttri málsviðgerð í sambandi við matrikulering og størri frælsi hjá kommununum at áseta prísin á grundstykkjum.
Vinnuhúsið eftirlýsir kortini eina meiri miðvísa ætlan fyri at økja bústaðarútboðið í samstarvi við kommunurnar.
Felagið ávarar um, at lættari atgongd til fígging kann trýsta bústaðarprísirnar uppaftur skjótari, um talið á tøkum bústøðum ikki samstundis veksur munandi.
Vil steðga skattahækking hjá fíggjarfyritøkum
Vinnuhúsið er hinvegin ímóti ætlanini at hækka partafelagsskattin hjá fíggjarfyritøkum úr 18 upp í 22 prosent.
Sambært felagnum er einki, sum bendir á, at føroysku fíggjarstovnarnir hava óvanliga stórt avkast. Tí er grundgevingin fyri skattahækkingini ógreið.
Vinnuhúsið væntar, at ein hægri skattur fer at økja um fíggingarkostnaðin hjá bæði privatum bankakundum og vinnulívinum, og heitir tí á samgonguna um at sleppa ætlanini.
Felagið er eisini atfinningarsamt mótvegis ætlaðu broytingunum í skattaviðurskiftunum hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands.
Sum Vinnuhúsið skilir ætlanina, skulu reglurnar um uttanlands- og samdøgursfrádrátt broytast, men framvegis geva ein skattligan fyrimun til arbeiði uttanlands.
Hetta gevur sambært felagnum útlendskum arbeiðsgevarum ein fyrimun í kappingini um føroyska arbeiðsmegi.
Longri barsil kann raka javnstøðuna
Vinnuhúsið er eisini ivasamt um ætlanina at gera tað møguligt at vera í barsli í upp til tvey ár við lægri útgjaldi og at goyma nakrar barsilsvikur til seinni.
Felagið heldur, at hetta kann gerast eitt bakkast fyri javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum. Serliga kvinnur, sum fáa fleiri børn, kunnu verða burtur frá arbeiðsmarknaðinum munandi longri enn higartil.
Samstundis er arbeiðsloysið metlágt, og tí heldur Vinnuhúsið tað ikki vera skilagott at leingja barsilstíðina.
Tað fær tó jaliga umrøðu, at samgongan ætlar at hækka mánaðarliga hámarkið fyri barsilspening.
Saknar tvískattasáttmálar
Millum málini, sum ikki vóru nevnd í løgmansrøðuni, eru fleiri tvískattasáttmálar.
Vinnuhúsið heldur, at Føroyar eru eftirbátur á hesum øki, og at vantandi sáttmálarnir skerja kappingarførið hjá føroyskum fyritøkum. Hetta rakar serliga tænastuvinnuna, eitt nú handilsskip.
Eisini útlendingaøkið eigur sambært Vinnuhúsinum at fáa størri ans.
Løgmaður boðaði frá fleiri átøkum, sum herða útlendingareglurnar. Vinnuhúsið kann taka undir við fleiri av teimum, men heldur, at landsstýrið samstundis eigur at gera tað smidligari hjá føroyskum arbeiðsgevarum at seta útlendsk starvsfólk.
Millum uppskotini eru at javnseta tímakravið hjá ES-borgarum og triðjalandsborgarum til 30 tímar og at loyva útlendskum starvsfólkum at átaka sær annað arbeiði enn tað, tey upprunaliga vórðu sett til.
– Tað er umráðandi, at føroyskir arbeiðsgevarar eru kappingarførir við okkara kappingarneytar í kappingini um útlendsku starvsfólkini, heldur Vinnuhúsið.
Eftirlýsir nýskipan av arbeiðsútboðnum
Vinnuhúsið fegnast um ætlanina at gera mótrokningina hjá pensjónistum lagaligari, so tað loysir seg betur at arbeiða eftir pensjónsaldur.
Felagið heldur kortini, at tørvur er á einari samlaðari nýskipan, sum økir arbeiðsútboðið.
Ein slík nýskipan eigur sambært Vinnuhúsinum millum annað at hækka pensjónsaldurin og leggja eina greiða ætlan fyri, hvussu fleiri ung kunnu fáast at velja Føroyar sum staðið, har tey búgva og arbeiða.











