Vinnuhúsið og SEV: Grøna orkuskiftið gongur alt ov seint

Bæði Vinnuhúsið og SEV halda, at manglandi heildarætlanir gera, at útbyggingin av varandi orku í Føroyum dregur alt ov nógv út.

– Jú longri vit útseta grøna orkuskiftið, jú longri eru vit bundin at oljuni.

 

Tað segði Súsanna Berg, ráðgevi í burðardyggari menning í Vinnuhúsinum, í fjórða parti av útvarpsrøðini Oyggjar undir trýsti, sum varð send mánadagin 27. juli.

 

Hon heldur, at umleggingin til grøna orku í Føroyum gongur alt ov seint, og mælir til, at orkuútbyggingar verða skipaðar sum ein samanhangandi heildarverkætlan í staðin fyri at verða viðgjørdar hvør sær.

 

– Tað, vit hava sæð, er, at seinkingarnar í útbyggingini av vindmyllulundum hava kostað samfelagnum dýrt. Vit hava øll fingið størri útreiðslur, tí verkætlanirnar eru fluttar longur fram í tíðina, sigur hon.

 

##med2##

 

Súsanna Berg heldur, at Føroyar hava tørv á einari yvirskipaðari lendisætlan, sum greitt vísir, hvar landið skal brúkast til bústaðir, vinnu og orkuframleiðslu.

 

– Tá høvdu bæði myndugleikar og íleggjarar vitað, hvørji øki eru ætlað til ymisk endamál, og nógv óvissa hevði verið tikin burtur, sigur hon.

 

Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, tekur undir við atfinningunum.

 

– Vit halda eisini, at tað gongur alt ov seint. Onkur hevur roknað út, at hvør orkiverkætlan tekur umleið fimm ár at fremja. Tað eigur ikki at taka meira enn tvey ár, sigur hann.

 

Sambært Hákuni Djurhuus hevði ein yvirskipað ætlan gjørt loyvistilgongdirnar nógv smidligari.

 

– Um vit frammanundan høvdu kannað øll neyðug viðurskifti og lagt eina samlaða ætlan, hevði ikki verið neyðugt at byrja av nýggjum fyri hvørja einstaka verkætlan, sigur hann.

 

##med3##

 

Hann heldur eisini, at náttúran eigur at verða skrásett í eini landsfevnandi ætlan, har ymisk atlit verða løgd omaná hvørt annað.

 

– Orkuútbygging hevði verið eitt av teimum filturunum, tú kundi hugt ígjøgnum. Tað hevði gjørt arbeiðið nógv smidligari. Sum er, er tað ofta umhvørvismyndugleikin, sum at enda situr við avgerðini og kennir seg noyddan at avgreiða stór mál undir trýsti, sigur Hákun Djurhuus.

 

Súsanna Berg, ráðgevi í Vinnuhúsinum, heldur, at grøna orkuskiftið gongur alt ov seint

Hákun Djurhuus, stjóri á SEV