Nú er Landsverk farið í holt við at gera eina vinstrasnaringsbreyt við vegamótið, har Toftavegur og Høganesvegur koma saman. Tað er JHR Entreprenørar sum ger arbeiðið fyri Landsverk, og arbeiðið skal verða liðugt hin 31. mars í 2014.
Nes kommuna sigur, at í nógv ár hevur ætlanin verið at gera eina rundkoyring við nevnda vegamót. Í tí ætlanini var eisini ein avkoyring frá rundkoyringini til ídnaðarøkið við Rætt.
- Men henda ætlan vísti seg ikki verða møgulig at fremja, tí ein rundkoyring - við teimum støddarkrøvum, sum Landsverk ásetur - tekur ov nógv pláss, samstundis sum henda verkætlan hevði verið sera kostnaðarmikil.
Lagt verður aftrat, at í staðin verður nú ein vinstrasnaringsbreyt gjørd, samstundis sum ein stuðlamúrur verður gjørdur við Oyrahavnina og vegurin breiðkaður.
- Soleiðis verður atkomuvegurin til ídnaðarøkið á Rætt eisini betri.
Nes kommuna veit at siga, at seks fyritøkur vórðu bodnar at koma við tilboði upp á arbeiðið, og helvtin av hesum lótu inn tilboð.
- Umframt JHR Entreprenørar, sum vilja gera arbeiðið fyri 2.694.469 krónur, kom tilboð frá RTS Contractors, ið ljóðar upp á 3.618.180, og J&K Petersen, sum bjóðar seg at gera verkætlanina fyri 4.091.152 krónur.