Virðir Djurholm ikki løgtingssamtyktina?

Politisku veljarafeløgini í Eysturoynni mótmæla royndunum frá Vinnumálaráðnum at sáða iva um løgtingssamtyktina at samráðast við felagið, sum stendur aftanfyri ætlanina um at gera fast samband undir Tangafirði millum eystara og vestara arm á Skálafjørðinum og Suðurstreym

Eysturoyar Fólkafloksfelag

Samhald

Eysturoyar Javnaðarfelag

Eysturoyar Sjálstýrisfelag

Eysturoyar Tjóðveldisfelag

Miðflokkurin í Eysturoynni

 

 

 

 

Í vár legði Bjarni Djurholm uppskot fram á ting um heimild at samráðast um at geva konsessión til gerð av tunli undir Tangafirði. Orsøkin til, at hetta uppskot varð lagt fram, var, at felagið sum í fleiri ár hevur gjørt kanningar og fyrireikað verkætlanina nú var komið so langt áleiðis, at bæði tekniska og fíggjarliga grundarlagið var búgvið at taka støðu til og at farast kundi í gongd á hesum grundarlagi.

 

Ongin undirtøka fyri almennari luttøku

Uppskotið hjá Vinnumálaráðnum bygdi á møguleikan at samráðast við tað eina felagið ella fleiri feløg, um ætlanin bleiv boðin út. Uppskotið staðfesti í viðmerkingunum, at politisk undirtøka ikki var fyri at tað almenna skuldi inn í ætlanina.

 

Samráðast skuldi við pf. Skálafjarðartunnilin

Ein minniluti setti uppskot fram um, at tað bert skuldi vera talan um at bjóða ætlanina út, men tað uppskotið fall (22-8). Meirilutauppskotið um at tað bert skuli samráðast við tað eina felagið – pf. Skálafjarðartunnilin – bleiv viðtikið (22-0). Ongin setti nakað uppskot fram um at tað almenna skuldi inn í ætlanina.

 

Tað almenna órógvar ætlanini

Sostatt skuldi tú hildið, at málið politiskt var avgreitt, men so tykist ikki at vera. Umsitingin hjá Vinnumálaráðnum ella Landsverk hevur frá fyrstan tíð sett løgin uppskot fram, sum bert kunnu hava havt tað til endamál, at órógva tunnilsætlanina.

 

Løgin uppskot – hvør hevur umbiðið tey?

Eitt av løgnu uppskotunum var, at í staðin fyri tunnil millum eystara og vestara armin á Skálafjørðinum skuldi byggjast brúgv. Onkur helt, at tað var eitt projekt, sum sjálvur landsverksfrøðingurin hevði gjørt í síni lestrartíð og tessvegna vildi gera til veruleika. Men undir øllum umstøðum skal ein brúgv við eini fríhædd upp á 50 m á 40 m dýpi hvíla á stabbum í 90 m hædd!! Við tí vindferð, vit kenna til, høvdu tað verið nógvir dagar, at ein slík brúgv hevði verið stongd.

 

Nýggjasta løgna uppskotið, sum Landsverk leggur navn til, er, at nú skal Skálafjarðartunnilin gerast av almennum partafelagi og gjalda Sandoyartunnilin. Tað góða í hesum uppskoti er, at Vinnumálaráðið metir tunnilsætlanina at vera so góða, at hon kann fíggja bæði seg sjálva og aðrar tunlar, ja, ennta ein nýggjan flogvøll, bleiv sagt!! Men hetta uppskot hevur neyvan aðra ætlan, enn at órógva arbeiðið, sum er í gongd.

 

Hví kemur Landsverk fram við hesum uppskoti nú, tá ið tað politiskt er avgreitt og fastlagt, at tað almenna ikki skal vera uppí? Er uppskotið umbiðið av landsstýrismanninum?? Neyvan kann ein almennur stovnur fara at leggja seg út í, um ein verkætlan skal vera almenn ella privat og tað enntá tá ið tað er viðtikið, at tað skal vera privat.

 

Politisku feløgini mótmæla

Politisku veljarafeløgini í Eysturoynni skulu tí við hesum mótmæla øllum royndum frá almennari síðu at leggja fótonglar fyri hesi ætlan, soleiðis at hon verður seinkað ella í versta føri útsett til óásetta tíð.