Virðir samgongan verkafólki?

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna, Javnaðarflokkurin
-------

Nú nærkast dagurin, tá ið flatskatturin fyri fyrstu ferð sæst á lønarposanum. Helvtin av lønmóttakarunum fáa meir í lønarposan. Tey, ið hava inntøku omanfyri 350.000 kr. Hjá vanliga lønmóttakaranum er tað sama í lønarposanum, sum áðrenn flatskatturin var settur í verk.

Livikostnaðurin ikki minkaður
Tað eru tó ikki so fá, sum fara at síggja, at hjá teimum er ongin króna meira á kontoini. Tað eru vanligu lønmóttakarar, sosum flakakvinnan, arbeiðsmaðurin, vaskikonan, heilsurøktarin og staki uppihaldarin, ið als onga broyting merkja. Henda fjøld er bulurin í samfelagnum, tí hvar var stolti vinnulívsmaðurin, um hann ikki hevði hesa arbeiðsmegi.
Hetta er stóra fjøldin, ið hvønn dag stríðist fyri at fáa lønina at røkka til býli, mat og klæði í einum landi, ið verður sagt at vera heimsins dýrasta land, júst tá ið tað kemur til kostnaðin av hesum vørum.

Flatskatt frá fyrstu krónu
Sama fjøld, ið ongan skattalætta fær, er hon, ið skal gjalda gildið. Samgongan førir fram, at flatskatturin er progressivur, men hetta er als ikki veruleikin. Tað er pensiónsinngjaldið hjá verkafólkinum, ið má lúta fyri at fíggja flatskattin. Pensiónsgjøldini, ið nú verða skattað við inngjald, verða skattað við 40% av fyrstu krónu. Hetta er stórsta ránið í nýggjari tíð og merkir eina ógvusliga skattahækking fyri júst tey somu, ið ongan skattalætta fáa. Tey skulu ikki bert verða láglønt í arbeiðsárunum men eisini fátækari á ellisárum.

Lønin skal eisini trýstast
Sum rosinan í pylsuendanum verða lønarsamráðingarnar eisini vavdar inn í skattalættan. Kravið er, at lønmóttakarin onga lønarhækking fær, og summi skulu niður í løn. Hvussu ber til at siga, at skattatrýstið hevur nakað samband við, hvat tú fær fyri títt arbeiðið. Løn er ein avtala millum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, støddin á lønini endurspeglar tørvin á arbeiðsmegi hjá arbeiðsgevaranum. Skattur er ein politiskur spurningur, og hann verður hækkaður og lækkaður alt eftir, hvat ein meiriluti á løgtingi vil.

Tey ríku gerast ríkari
Fólkaflokkshugsanin er, at tey ríku skulu gerast ríkari, fyri at tey kunnu toga tey fátækaru upp, so tey kunnu fáa ein lítlan lut av ágóðunum í samfelagnum. Trupulleikin við hesi hugsan er bara, at fyri at tey ríki kunnu gerast ríkari, so má onkur gjalda, og tað er tey, sum hava lítið frammanundan.

Sostatt gerast tey fátæku fátækari.

Henda kongstanka hava Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin tikið undir við. Sosialt sinnaði Sambandsflokkurin hevur selt tað sosiala sinnalagið og Miðflokkurin kann ikki longur pástanda, at teir verja tey á niðastu rókum.

Virðingin fokin
Avgerðina at gera tey ríku ríkari, fara vit at síggja, nú lønarútgjaldingin fer fram. Avleiðingin av at flatskatta pensiónirnar, og at helvtin av fólkinum skal standa við ongum, meðan tað fløvar á kontuni hjá teimum, ið frammanundan eru betur fyri, fara at gerast sjónligari, sum tíðin líður. Tað kann tó á ongan hátt sigast, at samgongan virðir tey, ið strevast dag og dagliga fyri at breyðføða seg og síni. Heldur má sigast, at samgongan setir kílar ímillum fólkið við at geva teimum, ið hava, enn meira og taka frá teimum, ið hava minni. Hetta er hugburðurin, ið samgongan vísir okkara lágløntu og veiku bólkum, ikki virðing, men heldur tað øvugta.