Virðislønt matstova í Havn steingir

Frumbiti hevur bara opið í tveir dagar aftrat

Virðislønta matstovan í Havn, Frumbiti, snarar nú lykilin og takkar fyri seg. Matstovan hevur bara opið í tveir dagar aftrat, tí leygardagin verður seinasti dagurin, har tað er opið.

- Tað er við stórum sorgblídni, at vit kunngera, at Frumbiti steingir. Vit vilja fegin takka øllum, sum hava vitjað okkum seinastu tvey árini, ljóðar tað frá Frumbita.

Tað eru ikki meira enn tvær vikur síðan, at Frumbiti fekk altjóða heiður frá World Luxury Restaurant Awards. Hetta er eitt stempul uppá eina fína matstovu við høgum tænastustøði. Og síðsta heyst varð Frumbita sýnt tann stóra heiður at sleppa við í viðurkenda matblaðið White Guide Nordic.

Men hetta kunnu tey ikki brúka til nógv nú, tí nú sløkna ljósini í fínu matstovuni á Doktara Jakobsensgøtu.

Eftir øllum at døma hava tey í Frumbita upplivað nakrar trupulleikar og stríð seinastu tvey árini. Tey siga, at tað er orsakað av innanhýsis trupulleikum í húsinum, at seinastu máltíðirnar vera at fáa leygardagin. Hetta er ein avgerð, sum er tikin skjótt og óvæntað.