Virginia Tech-alarmur avblástur

Amerikianska universitetið, Virginia Tech, er nu komið aftur i vanligan gerandisdag, eftir at løgreglan ikki aftur hevur borið eyga við mannin, sum fyr rum dagin skal vera sæddur á økinum við einum skotvápni. Tað skrivar Børsen, ið hevur tíðindini frá Reuters.

Alarmurn á universitetsumráðnum er avblástur. Løgreglan fer framhaldandi at halda til í stórum tali á økinum, skrivar universitetið á heimasíðu síni.

Løgreglan hevur ikki funnið nakran, ið minnir um signalimentið, ið nakrir av næmingunum góvu fyr rum dagin av einum møguligum gerningsmanni. Fleiri vitnir hava heldur ikki vent sær til løgregluna.

Universitetið heitir kortini á øll, sum síggja ella uppliva nakað óvanligt, um at venda sær til løgregluna.

Fyribils bendir alt á, at talan er um misskiljingar.

Universitetið Virginia Tech var í 2007 pallur fyri einari massakru, tá suðurkoreanskt føddi Seung-Hui Cho drap 32 persónar, tey flestu næmingar á skúlanum.