Besta felag í Føroyum í 2009. Somikið greiður er málsetningurin, sum KÍ nú hevur sett sær fyri at røkka. Og tað var hornasteinurin undan hesum, sum varð almannakunngjørdur á tíðindafundi í KÍ-caféini týskvøldið.
Fíggjarliga grundarlagið
Fremsta orsøkin til tíðindafundin tóktist vera fráboðanin um, at KÍ nú er komið ásamt við ognarar og lánveitarar um ein leist, sum skal tryggja fíggjarliga grundarlagið undir felagnum framyvir. Tann loysnin er umrødd aðra staðni á hesum síðum.
Undir heitinum »besta felag í 2009« býr ein ætlan, sum inniber nógv meira enn besta mansliðið hjá KÍ. Millum annað Stjørnan, kvinnufótbóltur og ungdómsdeildir, so var tað fyri tað mesta KÍ og framtíðin í Formula-deildini, sum stóð á skránni. Í øllum førum tá sæð verður burtur frá loysnini á skuldarspurninginum.
Framyvir verður tað so, at raksturin av besta mansliðnum hjá KÍ verður lagdur í eitt partafelag fyri seg. Økonomiski garanturin aftan fyri hetta felagið verða í fyrsta lagi sponsor-sáttmálar, og á tíðindafundinum kundi Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoyar Sparikassa, boða frá, at Sparikassin hevur játtað eina stóra upphædd, aftur fyri at verða høvuðsstuðul. Tøl vórðu ikki nevnd, men tað var ein errin stjóri, sum staðfesti, at talan var um eina upphædd, sum var einar tvær til tríggjar ferðir so stór, sum onnur føroysk fótbóltsfeløg fáa. Og er tað ræt, so liggur upphæddin helst væl og virðiliga røttu megin hálvu milliónina,
Hartil varð meira enn róð uppundir, at ein høvuðsstuðul afturat verður knýttur at felagnum, og so koma sjálvandi aðrir smærri men fyri tað týdningarmiklir stuðlar afturat. Alt í alt eitt grundarlag, sum skal tryggja, at KÍ í øllum førum skal hava fíggjarligu styrkina til at standa seg millum fremstu feløgini í toppinum av føroyskum fótbólti.
Ítróttarliga grundarlagið
Fíggjarliga grundarlagið gevur sjálvandi yvirskot til eisini at arbeiða á øðrum frontum enn bara tað »at møta á politistøðini, tá rokningar eru sendar til innheintingar« sum tikið varð til. Og sum startskotið til nýggjar og betri tíðir hjá KÍ varð kunngjørt, ta Tony Paris nú aftur verður venjari hjá felagnum.
Talan er um ein fýra ára sáttmála, og merkir hetta altso, at visión 2009 tykist hanga fult og heilt saman við arbeiðinum, sum bretin kemur at útinna við stýrisvølin í KÍ. Fyrst og fremst, so verður arbeiðsøki hansara besta mansliðið, men eisini kemur hann at vera blandaður í arbeiðið at umskipa og tillaga felagið, eins og hann ætlandi eisini skal hava eitt orð at siga í ungdómsarbeiðinum.
Og Tony Paris er ikki hvør sum helst í Klaksvík. Tvær ferðir áður hevur hann verið venjari, og ikki minst munnu klaksvíkingar við gleði minnast í 1999, tá felagið vann greipuna undir leiðslu av bretanum. Og megnar hann at endurtaka hetta innan fyri tey fýra komandi árini, so er neyvan óhugsandi, at hann fær eina standmynd undir liðini av Kjølbro!