Visjónirnar mangla

Fyrrverandi stjórin á Føroya Tele heldur, at almenni eigarin átti at hava nógv størri ávirkan á Føroya Tele

- Bara at hugsa um vinning fyri at kunna gjalda vinningsbýti, er visjónsleyst. Tað heldur fyrrverandi stjórin á Føroya Tele, Andras Róin, sum var partur av pallborði, tá ráðstevna um kapping í smáum samfeløgum varð hildin um vikuskiftið.

 

Eitt nú heldur Andras Róin, at Føroya Tele – heldur enn at gjalda 30 mió kr. í vinningsbýti – skuldi sett meiri arbeiði ígongd, skapt nýggjar inntøkur og skapt fleiri arbeiðspláss.

 

Í Sosialinum í dag er drúgv grein um pallborðið, har Andras Róin og Bjarna Askham Bjarnason – fyrrverand stjóri á Vodafone – vóru partur av kjakpanelinum.

 

Talgild útgáva av Sosialinum kann lesast HER