Niclas Heri Jákupsson
Undirritaði fekk í summar heiður at siga nøkur orð á Útoyggjastevnuni, sum var á Kalsoynni leygardagin 20. juni. Lat meg fyrst sláa tað fast við einum 10 tumma seymi, at hetta var ein avbera góð stevna, sum var sera væl samskipa, og eiga fyrireikararnir stórt rós uppiborið – bæði Útoyggjafelagið og fólk á staðnum. Blíðskapurin frá bygdarfólkunum var í hásæti, og fekk eg eina sera góða uppliving, sum eg eri takksamur fyri. Túsund takk fyri tað.
Eg eri tíbetur ja-ligur av lyndi, og tí er tað sera torført fyri meg at síggja tað sum er minni gott, men tað vóru nøkur viðurskifti sum eg møtti á Trøllanesi, sum fekk meg at hugsa um okkara samleika sum føroyingar, og um okkara virðing og stoltleika fyri okkara søgu, mentan og arvi.
Sum sagt, so skuldi eg halda røðu hetta leygarkvøldið á Trøllanesi, men av tí at eg vildi síggja og uppliva hesa stevnu, fór eg í góðari tíð úr Klaksvík. Veðrið var gott, og eg nýtti túrin norður á Trøllanes. Kalsoyggin er ein perla at vitja, og hevur hvør bygd sína sjarmu.
Men nú til orsøkina hví eg skrivi hesar reglur. Tá eg kom heilt norður á Trøllanes og var í fer við at finna eitt pláss at seta bilin, bar eg eyga á fólk sum eg kenni. Eg koyrdi vindeyga niður og fekk eitt gott og hugnaligt prát við hesi fólk – maður og kona við einum smádreingi í millum sín. Meðan vit soleiðis stóðu og prátaðu, kundi eg ikki lata verða við at síggja andlitið smádreinginum, sum var mála sum ein flogmús. Eg spurdi sjálvandi, hvar hann hevði fingið sítt andlit mála, og kundi hann glaður fortelja, at tað var í einum kjallara, í einum bóndahúsi á Trøllanesi. Tað var undarligt, hugsaði eg. Mær vitandi heldur flogmús ikki til á Kalsvík, ella nakra aðrastaðni á Kalsoynni – tað mátti borið til at funnið okkurt annað slag av fugli, sum hevur tilknýti til Kalsoynna, ella aðrar útoyggjar. Í óteljandi ár hevur fuglurin nevniliga verið eitt gott íkast tað dagliga húsarhaldi á útoyggj.
Líkamikið, hatta var smáting, og nakað sum ikki órógvaði meg stórvegis. Tá prátið við hesi fryntligu fólk var av, setti eg bilin frá mær, tí nú skuldi eg smakka føroyska mentan, tá hon er best.
“Trøllanes her I come !!! Vís mær tína sál, og opna tú tær fyri mær. Stimmulera allar mínar sansir, og gev mær ein lítlan smakk av allar tínari søgu og mentan – og ríka mína vitan og styrk meg mentanarliga.”.
Men eg hevði ikki gingið meira enn nøkur fet, so bar eg eyga á ein danskan pylsuvogn, sum seldi danskar pylsur við ketsjupp, sinoppi og leyki - og franskar hotdog við fronskum dressingi. Tað kann ikki bera til, hugsaði eg. Pylsuvognar á Trøllanesi á Útoyggjastevnu? Hetta var sum at fáa eina grova og djúpa skøvu í lakkið. Og meðan er royndi at fáa flogmúsina og tær donsku pylsurnar úr mínum huga, fekk eg enn ein vátan vøtt framman á, tí beint við síðuna av hesum danska pylsuvogni – var eitt fjós, har enskir búffar blivu stoktir og seldir.
Meðan eg soleiðis stóð har, og royndi at hugsa um alt annað, sum kundi verða selt á einari Útoyggjastevnu sum hesar, so komu orðini úr sanginum “So vakrar moyggjar og knappar menn”, hjá Rasmus Effersøe skaldið, so týðuliga til mín: “Í øðrum londum tey gera mat, sum rætt og slætt kann kallast evja; »týskar klumpar« og »franska sós« og mangt og hvat tey saman vevja. Eg skerpikjøt og rikling vraki ei, gev mær bara tvøst og spik og seið: gásin væl gødd og seyðarhøvd, tað er tann kostur, sum mær dámar.
Kalsoyggin, er ein hjallur í sær sjálvum, og hevur oyggin eina ríka mat-mentan, sum gongur fleiri 100 ár aftur í tíðina, og sum hevur hildið lívið í hesum treiska og raska fólkaslagið. Bjørgini hava bæði givið fuglar og egg, havið hevur givið fisk og tvøst, fjøllini seyð og neyt, bøurin eplir, hvannir, og rabarbur og hvørt húsið hevur eisini haft høsn, dunnur og gæs. Uppskriftir til hesar rávørur er ein dýrgripur í sær sjálvum, og átti tað verið ein ábyrgd at hildið lív í hesum kultur-skatti. Og hvat betur høvi er hjá útoyggjafólkum at vísa hesar mergja vørur fram, enn á einari útoyggjastevnu sum hesari. Meðan eg soleiðis stóð og hugsaði fyri meg sjálvan, hoyrdi eg livandi tónleik inni í bygdini. Eg tók beinini á nakkan og gekk eftir ljóðinum, men var eg bilsin áðrenn, so bleiv eg totalt sligin um koll. Mitt í bygdini stóðu tveir av okkara allar bestu tónleikarum, og spældu og sungu amerikanskan pop og country tónleik. Sjálvt um tað hetta var tónleikur av høgum støði og ljóði framúr gott, so skróvaði tað í mínum oyrum. Og meðan eg soleiðis lýddi á, og royndi alt í verðini at finna orsøkina HVÍ tað skal verða soleiðis, bar eg eyga á smádreingin sum eg møtti á veg oman í bygdina. Við flogmús mála á andliti, stóð hann við fronskum hotdog í hondini og lurtaði eftir amerikanskum pop og countrytónleiki – á Útoyggjastevnu á Trøllanesi.
Og lat meg enn einaferð minna á, at Útoyggjastevnan á Trøllanesi var sera væl samskipa, og var hetta ein sera góð uppliving. Eg fekk smakka turt kjøt og rullupylsu, eg sá og hoyrdi fólkið kvøða og eg upplivdi nógv annað spennandi. Útoyggjafelagið og fólkini sum vóru vertir til hetta megnar tiltak, eiga stórt rós uppiborið, tí skráin var bæði rúgvismikil og góð. Orsøkin til at eg skrivi hesar reglur, er ikki tí at eg havi nakað sum helst móti útoyggjastevnuni – tvørtur ímóti. Eg skrivið hesar reglur, tí hetta er bert eitt lítið dømi um, hvussu støðan er runt alt landið. Og tað er tí eg seti spurningar við okkara samleika sum føroyingar, og okkara tokka til okkara fortíð, sið og mentan. Hví fái eg ikki stokt lambskjøt, ella føroysk eplir á útoyggjastevnu, men danskar pylsur og enskar búffar? Hví seta gøtufólk fyrr eina standmynd av einum fótbólti, enn av Trónd í Gøtu? Hví eru fleiri skeltir við krossvegin til Oyndafjarðar, men einki sum vísur á, at her liggja Rinkusteinarnir? Hví vilja sandoyingar heldur selja golf, enn søguna um Kálv Lítla? Eg trúgvi ikki at nøkur tjóð hevur eina bjarta framtíð, uttan eina stolta fortíð. Tað snýr seg sjálvandi um tjóðskaparkenslu, men sanniliga eisini um sjálvsvirðing og sjálvsálit. Eru vit ikki nóg góð og stolt av okkara søgu, sagnum, arvi og mentan? Virða vit ikki okkara siðmentan? Og sjálvandi spurningin, hví er tað soleiðis?
Tað hendir sera nógv innan ferðavinnuna í Føroyum í løtuni, og eru tað heilt ótrúliga nógv fólk, sum gera eitt ómetaliga stórt arbeiði, fyri at menna hesa vinnu. Eg vóni at tey sum sita við leiðsluna og við ábyrgdini av hesari vinnu, stuðla teimum megnar fólkum, sum á ein góðan og virðiligan hátt byggja á okkara mentan, sið og søgu, soleiðis at vit ikki lata tað sum okkara forfedrar hava givið okkum, fara í søguna. Hjá fransmonnum vildi tað verið undarligt, ikki at dýrka tað vín sum sermerkir teirra tjóð, og hjá Norðmonnum vildi tað verið løgið, ikki at bygt teirra virðir uppá víkingar og trøll. Vit føroyingar hava í okkara søgu, eitt ríkidømi, sum er nógv størri enn vit ána. Vónandi fara vit at blíva betur til at síggja hendan skatt, tí hann er nógv verdur. Bæði fyri okkara pengapung, men eisini fyri okkara hjørtur.