Í fleiri ymsum londum, hava atferðar búskaparfrøðingar gjørt kanningar, ið skuldu kanna erligheit hjá menniskjum.
Leisturin, sum granskararnir valdu, var at geva vaktum og móttøkufólki á hotellum, biografum, posthúsum og mattorgum pengamappur, og lata sum um at hesar vóru funnar. Allar pengamappurnar høvdu samleikakort hjá íspunnum fólki, meðan summar høvdu pening og aðrar vóru tómar.
Síðani varð bíðað eftir, hvussu nógvar pengamappur vórðu afturbornar. Tað vísti seg, at í allarflestu londum vóru mappurnar, við reiðum peningi í, oftari afturbornar, enn tær uttan pening – og jú størri upphæddin, tess oftari varð mappan latin 'eigaranum' aftur.
Í Danmark, sum sambært kanningini hevði tey mest erligu fólkini av 40 londum, vóru ikki færri enn 82 prosent av mappunum við peningi bornar aftur til sín eigara.
- At fólk eru meira erlig, tá ið tað snýr seg um reiðan pening, tykist veruliga verða eitt globalt fyribrigdi. Tað er tað sama úrsliti í India, Asia og Evropa, sigur Dr. Christian Lukas Zünd við BBC, sum var partur av granskingarverkætlanini.
Búskaparfrøðingarnir vóru rættiliga bilsnir av, at fólk vóru somikið erlig, tá ið tað kom til at bera pening aftur til fremmandafólk. Sambært honum kann tað vera tí, at fólk ikki vilja hava sitandi á sær, at tey skuldu verið tjóvar.
- Um ein ikki letur eina tóma pengamappu aftur til eigaran, hevur ein heldur ikki vunnið nakað frá støðuni, men um man ikki letur mappuna við peningi í aftur, kann man lastast fyri at hava stolið peningin, metir granskarin.