Í morgun hevur lutakast verið til hálvfinalurnar í Champions League kappingini. Fýra lið vóru í pottinum, sum vóru Real Madrid, Atletico Madrid, Juventus og Monaco.
Sermerkt er, at báðir finalistarnir frá í fjør – Real Madrid og Atletico Madrid, framvegis eru í kappingini, og tí vóru útlit fyri, at talan kundi blíva um endurtøku av finaluni frá í fjør og frá í 2014.
Men so varð ikki. Júst tey bæði liðini trektu hvørt annað í hálvfinaluni, soleiðis at onnur hálvfinalan verður ein grannauppgerð í Madrid, meðan Monaco og Juventus spæla hina hálvfinaluna.
Hálvfinalurnar vera spældar 2 og 3 mai, umframt 9 og 10 mai. Finalan í Champions League kappingini verður spæld á Millennium leikvøllinum í Cardiff í Wales tann 3. Juni.
Hálvfinalurnar:
Real Madrid – Atletico Madrid
Monaco - Juventus