Vit høvdu uppiborið meiri

Vit skapa nóg mikið av møguleikum til at vinna ein dyst, og vit høvdu eisini uppiborið meiri í dag, heldur Andy Olsen hjá NSÍ


 
Tað var ein vónbrotin Andy Olsen, sum Sosialurin fekk orðið á eftir dystin móti B36 í gjár.
- Eg eri rættiliga skuffaður av, at tað ikki eydnast okkum at fáa meiri burtur úr í dag. Vit skapa nóg mikið av møguleikum til at vinna dystin, og vit høvdu eisini uppiborið meira enn vit fingu, heldur einsamalli málskjúttin hjá runavíkingum.
Tað munnu eisini vera tey allar flestu sum eru samd í tí, at skuldi ein vinnari partú finnast við Løkin, so hevði tað ikki verið óuppiborið, um tað varð NSÍ.
Men soleiðis bleiv tað ikki, og harvið er fjarstøðan millum NSÍ og B36 framvegis trý stig. NSÍ liggur á einum fimta plássi, og tað fáa teir ikki brúkt til nakað sum helst. Tað teir kunnu er at satsa uppá, at KÍ og B36 tapa onkrar av sínum dystum, og at teir so megna at vinna á VB/Sumba og B68 og harvið røkka Intertoto-plássinum. Tann kjansurin er lítil, men tað er tað, teir nú spæla fyri, sigur Andy Olsen hjá NSÍ.