- Skipara- og Navigatørfelagið tulkar alt ov ofta verandi sáttmála skeivt. Tískil koyra fleiri rættarmál millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið. Hetta er nakað, ið vit ikki kunnu halda áfram við, og tískil eru vit ikki sinnaðir at leingja verandi sáttmála, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum.
Vika seg ikki
Í blaðnum í gjár segði formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, Ellindur Abrahamsen, at hann ikki útihýsir møguleikanum fyri einum verkfalli, um Reiðarafelagið ikki er sinnað at halda áfram við verandi sáttmála. Til hetta sigur Jákup Sólstein, at møguleikin fyri verkfalli altíð er ein samráðingarspurningur. Men hann leggur afturat, at Reiðarafelagið als ikki er sinnað at halda áfram við verandi sáttmála millum feløgini bæði.
? Limirnir í Skipara- og Navigatørfelagnum tulka alt ov ofta verandi sáttmála skeivt. Hetta inniber, at tað tey seinastu tvey árini fleiri ferðir er komið fyri, at teir hava lagt sak móti skipum og skipaeigarum. Millum annað meina limirnir í Skipara- og Navigatørfelagnum, at bonusskipanin til flakatrolarar ikki er farin úr gildi. Teir tulka støddina av inntøkutapstryggingunum skeivt og eisini tulka teir uppsagnarreglurnar á heilt annan hátt enn hini feløgini, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.
Jákup Sólstein sigur, at fyri at sleppa undan øllum teim skeivu tulkingunum frá Skipara- og Navigatørfelagnum, má høvuðssáttmálin millum Reiðarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið broytast. Tískil stendur hann fast við, at uppskotið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum, um at halda áfram við verandi sáttmála, als ikki kann brúkast.
Ov høga løn
Ellindur Abrahamsen, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at felagið ikki fer at seta fram nakað krav um lønarhækkan, men at tað sanniliga heldur ikki fer at góðtaka eina lønarlækkan. Men ætlanir Reiðarafelagsins eru júst at skerja lønina hjá einum stórum parti av yvirmonnunum í føroyska fiskiflotanum. Formaðurin í Reiðarafelagnum metir nevniliga, at lønirnar hjá ávísum føroyskum yvirmonnum eru alt ov høgar. Hann sigur, at nógvar av føroysku yvirmannahýrunum liggja millum eina og tvær milliónir, ið hann metir vera ov nógv í mun til lønirnar hjá vanliga dekkaranum.
?Teir yvirmannapartarnir, ið vit meta vera ov høgir eru m.a. teir á ísfiskalínuskipunum, har skiparin fær 3,5 partar og stýrimaðurin fær 2 partar, harafturat mugu yvirmannapartarnir eisini lækkast á verksmiðjutrolarunum og rækjutolarunum, sigur Jákup Sólstein, formaður í Reiðarafelagnum.
Jákup Sólstein sigur at enda, at lønarspurinigurin bert er ein partur av tí, ið Reiðarafelagið ikki kann liva við í verandi sáttmála. Men hann leggur afturat, at tað stendur fast, at Reiðarafelagið fer at krevja hýrurnar lækkaðar.