Løgmaður nevndi í nýggjársrøðu sínari, at Føroyar skuldu umhugsa sín leiklut á humanitera økinum og í samrøðu við Kringvarp Føroya talaði hann fyri, at byrja eitt kjak um, hvørt Føroyar skuldu taka í móti flóttafólki.
Deildar meiningar eru um málið, aðrir politikkarar hava givið sína meining til kennar, eins og at nógvar viðmerkingar um málið hava verið at lisið á sosialu miðlunum.
Nú trínur Amnesty International Føroya Deild á pallin. Í 2013 royndi Amnesty International Føroya Deild at seta hol á eitt kjak um flóttafólk og skyldu Føroya mótvegis teimum, men ongar stórvegis broytingar vóru gjørdar tá. Hvørki Kári P. Højgaard, ið varðaði av útlendingamálum tá, ella Johan Dahl, ið varðar av økinum nú, hava víst stórvegis vilja til at kjakast um hetta málið.
Tí fegnast Amnesty um, at Løgmaður valdi at umrøða spurningin í nýggjársrøðu sínari.
- Men tað eru eisini røddir, sum viðurkenna álvarsomu støðuna í heiminum í dag, og sum minna okkum øll á, at vit hava eina moralska ábyrgd at hjálpa heimsins mest neyðstøddu menniskjum, skrivar Lív Patursson, samskipari hjá Amnesty International Føroya Deild.
Nú vónar Amnesty, at málið kemur á politisku dagsskránna í Føroyum í komandi ári.
Amnesty International Føroya Deild sigur, at sjálvandi kunnu vit ikki lata neyðarrópini frá flóttafólkunum standa ósvaraði, ei heldur gera okkum dælt av rættindunum í altjóða samfelagnum, uttan at taka skyldurnar á okkum.
Amnesty International Føroya Deild heldur, at flóttafólkaspurningurin hevur fingið alt ov lítla umtalu á politiska leikpallinum.
- Føroya eiga at staðfesta eina moralska ábyrgd og síðani viðgera, hvussu vit sum land kunnu átaka okkum hesa ábyrgd á ein skynsaman og ráðiligan hátt. Væl vitandi, at Føroyar eru eitt lítið og sárbært samfelag. Stundin er komin til, at Føroyar eisini taka støðu til spurningin, skrivar Lív Patursson.