Tað sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, í tíðargrein í Sosialinum.
Hann skrivar millum annað:
»Vit ynskja øll, at tað kundi verið liviligari í Suðuroynni. Tá eg herfyri hevði eina framløgu á Seglloftinum um kommunubúskapin og eldraøkið, lýsti eg eisini fólkatalsgongdina samanborið við restina av landinum. Fólkatalið í Suðuroynni er lækkað 23% síðstu 40 árini, har talið av fólkum í arbeiðsførum aldri er lækkað heili 27%. Til samanberingar er fólkatalið í Tórshavnar Kommunu økt 44%, har tey í arbeiðsførum aldri eru 38% fleiri.
Ein undirsjóvartunnil hevði verið ein stór gáva til Suðuroynna, sum óiva hevði gjørt mun á fólkatalsgongdini næstu áratíggjuni. Eisini hevði tað knýtt allar Føroyar meira saman.
Men í løtuni hava vit ikki ráð.
Fíggjarpolitiska haldførið ov vánaligt
Búskaparráðið hevur ferð eftir ferð víst á, at fíggjarpolitiska haldførið er sera vánaligt, og at neyðugt er at bøta um støðuna. Fíggjarpolitiskt haldføri merkir, at fíggjarpolitikkurin í einum landi hongur saman í langa høpinum: At almenni geirin hevur javnvág millum framtíðar inntøkur og útreiðslur.
Sambært framskriving hjá Hagstovuni fer talið av borgarum eldri enn 80 ár at økjast við 45% næstu 10 árini, meðan talið av fólki í arbeiðsføra aldrinum ikki væntast at veksa stórvegis. Vit hava longu hall, bæði hjá land og kommunum, hóast einki arbeiðsloysi er, og hóast starvstalið er tað hægsta nakrantíð. Tí fara útreiðslurnar til vælferðartænasturnar at veksa nógv skjótari enn almennu inntøkurnar næstu nógvu árini.
At føroyski almenni geirin ikki hevur ein haldføran fíggjarpolitikk inniber, at almenna skuldin veksur næstu nógvu árini, um vit bara lata standa til. Bara í 2025 økist almenna skuldin við umleið 6-700 milliónum krónum...«
Lesið meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið, og sum haldarar kunnu lesa á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum












