Tungmálmsbólkurin Hamferð hevur givði nýggja útgávu út. »Támsins likam« verður útgivin av plátufelagnum Metal Blade Records, sum Hamferð gjørdi avtalu við fyrr í heyst. Næsta ár skal Hamferð á konsertferð saman við týska bólkinum Downfall of Gaia.
– »Támsins likam« styrkir og byggir víðari uppá ljóðheimin, ið Hamferð hevur skapt við fyrrverandi útgávum og er, eftir okkara tykki, eitt stórt lop fram fyri okkum, bæði tá tað kemur til lagsmíð, skaldskap og heildarframbering. Hon er úrslitið av einum sera stórum og drúgvum arbeiði og at endiliga sleppa at kunngera útgávuna og geva fólki smakkiroyndir er bæði spennandi og ein ómetaligur lætt, sigur Jón Aldará, sum er sangari í Hamferð.
Hann fegnast eisini um, at Hamferð næsta ár skal á ferð kring Europa við nýggja tónleikinum.
– At fara út at spæla konsertir í samband við eina nýggju útgávu er sera týdningarmikið, og tað tykist vera øgiligt boð eftir okkum uttanlands. Vit hava fingið ein gyltan møguleika at fara á konsertferð í februar við týska Downfall of Gaia, hvørs tónleikur hóskar væl saman við okkara, uttan at vera ov líkur.
Konsertferðin verður um mið-, eystur- og norðurevropa, og ein útgávukonsert í Føroyum er eisini á dagsskránni og verður kungjørd í næstum.
– Tað skal ikki vera nøkur loyna, at vit ongantíð hava verið so spentir um framtíðina hjá Hamferð sum nú, sigur Jón Aldará.