Vit hava tikið lívið av ruðuleikanum

- Vit hava næstan fingið fingið slætt borð, men einasta rætta er at yvirtaka útlendingamálini og tað er væl hugsandi, at viðurskiftini hjá útlendingum í Føroyum vera ein partur í valstríðnum til næsta løgtingsval, sigur Jacob Vestergaard

-Tað einasta rætta er, at vit yvirtaka útlendingamál á føroyskar hendur.

Tað heldur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum.

Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um støðuna hjá útlendingum í Føroyum, eftir at vit í Sosialinum í gjár fortaldu søguna um Natashu Hvalba, sum hevur rikist sum tongul í brimi ímillum ymsar myndugleikar og har skeivir og ófullfíggjaðir upplýsingar hava gjørt henni tilveruna nógv tyngri enn neyðugt var.

Myndugleikarnir hava mangan staðið fyri skotum fyri tað viðferð, sum útlendingar í Føroyum fáa.

Ruðuleiki, ósømiligt og vanvirðiligt er orð, sum ofta eru klistrað upp á viðferðina, sum útlendingar í Føroyum hava fingið.

Og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í innlendismálum, er samdur í, at nógv kundi verið øðrvísi.

Men hann heldur ikki, at talan er um so stóran ruðuleika longur.

- Vit hava tikið lívið av ruðuleikanum, sum hann tekur til.

Hann sigur, at tær allarflestu umsóknirnar nú eru avgreiddar. Men borðið er ikki heilt slætt enn, tí framvegis mangla einstakar umsóknir at verða avgreiddar.

Tær ímillum er tann hjá Natashu Vukotic, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár.

Hinvegin staðfestir Jacob Vestergaard, at útlendingamál eru danskt málsøki burturav.

Leikluturin hjá innlendismálaráðnum er bara tann at ummæla umsóknir, sum eru komnar til danska udlændingestyrelsen.

-Men hóast tað ikki er okkara borð, hevur innlendismálaráðið kortini átikið sær ein leiklut, sum ráðgevari, tá ið útlendingar ringja. Hóast tað ikki er okkara uppgáva yvirhøvur, lata vit nógv arbeiðsorku til at ráðgeva útlendingum í Føroyum.

- Men rætta staðið at venda sær, er til útlendingatænastuna í Danmark.


Yvirtøka er tað einasta rætta

Jacob Vestergaard ásannar eisini, at tað ger støðuna serliga torføra, tá í tveir ymsir myndugleikar skulu upp í eina slíka viðgerð.

Og hann heldur ikki, at tað er rætt, at vit brúka danir sum syndabukkar fyri alt, sum ikki gongur, sum ætlað, sjálvt um útlendingamál eru donsk málsøki burturav og at teir sostatt eiga alla ábyrgdina.

- Men føroyingar skulu kortini viðgera allar umsóknir og ummæla tær og tá kann óvissa taka seg upp um, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum. Og tað er ikki gott nokk, at hvør skyldar upp á annan.

- Tað einasta rætta er, at vit yvirtaka útlendingamál á føroyskar hendur, tí so hava vit sjálvi alla ábyrgd og allan avgerðarrætt í okkara egnu hondum.

Men hóast hetta er eitt málsøki, sum ikki kostar alla verðina at yvirtaka, er hetta ikki eitt mál, sum er á politisku dagsskránni hjá samgonguni.

- Tað er ikki undirtøka fyri tí í samgonguni og tí er hetta heldur ikki eitt mál, sum vit hava arbeitt við.

Jacob Vestergaard sigur, at fyri nøkrum árum síðani vístu metingar, at hetta er eitt mál, sum kostar einar fýra milliónir at yvirtaka.

Nú er prísurin nakað hægri, men serliga dýrt er tað ikki, sigur hann.

Hann sigur, at tosað hevur verið um at føroyingar kundu yvirtikið tann partin av útlendingamálum, sum hevur uppihalds-og arbeiðsloyvi og familjusamanføringar at gera.

- Men nú hevur Natasha búð í Føroyum samanhangandi í átta ár og hevur hon tilboð um arbeiði, vildi eg mett, at hon skuldi havt góðar møguleikar at fingið varandi uppihaldsloyvi. Men tað má so løgfrøðiliga viðgerðin vísa, tá ið øll skjøl eru komin inn.

- Eru fortreytirnar loknar, er væl onki í vegin fyri at føroyskir myndugleikar viðmæla eini slíkari umsókn, sigur landsstýrismaðurin.

Tá ið søkt verður um arbeiðs-og uppihaldsloyvi, hevur støðan á arbeiðsmarknaðinum øgiliga stóran týdning.

Og hesi seinastu árini hevur støðan verið tann, at tað hevur verið eitt ávíst arbeiðsloysi, men nú er støðan aftur munandi batnað, so tær fortreytirnar eru eisini broyttar til fyrimuns fyri teir útlendingar, sum hava hug at arbeiða í Føroyum, leggur hann afturat.

Á heimasíðuni www.nyidanmark.dk eru allir upplýsingar á fleiri tungumálum um, hvussu útlendingar skulu bera seg at í sambandi við síni viðurskifti í Danmark og í Føroyum.