Vit hava tørv á útlendskari arbeiðsmegi, men hon skal skipast væl

Føroyar standa í dag í einari støðu, har vit bæði hava stórar møguleikar og stórar avbjóðingar. Ein av teimum størstu er mangulin upp á arbeiðsmegi. Arbeiðsloysið er umleið 1%, og nógv arbeiðspláss, bæði í fiskivinnu, byggivinnu, tænastuvinnum og øðrum, fáa ikki sett fólk. Tað merkir, at føroyski búskapurin er bundin av at vit mangla hendur.

 

Útlendsk arbeiðsmegi er ikki bara eitt íkast, hon er ein fortreyt fyri at samfelagið kann halda fram at menna seg. Tøl vísa, at vit longu manglaðu umleið 200 starvsfólk í privata geiranum í 2024, og fram ímóti 2030 kann tørvurin koma upp á umleið 2000 starvsfólk. Samstundis gevur útlendsk arbeiðsmegi eitt stórt íkast til føroyska búskapin, umleið 2 mia. kr. um árið, og Almennu kassarnar upp til 400 mió kr. um árið. Hetta er sostatt ikki ein spurningur um, hvørt vit hava brúk fyri útlendingum, tað hava vit.

 

Men júst tí, at tilflyting hevur so stóran týdning, er tað eisini avgerandi, at hon verður skipað á ein ábyrgdarfullan hátt. Eitt samfelag uttan greiðar reglur er ikki eitt sterkt samfelag. Tvørturímóti kann óskipað tilflyting skapa ótryggleika, misskiljing og trupulleikar, bæði fyri føroyingar og fyri tey, sum flyta til Føroyar.

 

Tí er neyðugt við greiðum karmum, tað snýr seg um grundleggjandi krøv, sum tryggja at skipanin er rættvís og haldfør. Krøv um arbeiðstíð tryggja, at arbeiðsmarknaðurin virkar skipað. Krøv um reina revsiváttan er ein sjálvsagdur partur av rættartrygdini. Og reglur um familjusamanføring tryggja, at tilflyting fer fram á ein ábyrgdarfullan hátt, so at familjur ikki koma í hópatali hendanvegin.

 

Samstundis er integratión lykilin til eitt vælvirkandi samfelag. Fólk, sum koma til Føroya, skulu ikki bara arbeiða her, tey skulu eisini verða partur av samfelagnum. Tað merkir, at tey læra føroyskt, skilja føroyska mentan og taka lut í samfelagnum. Hetta er ikki ein forðing, men ein fortreyt fyri, at vit kunnu hava eitt samfelag, har fólk skilja hvønn annan og kenna seg sum ein part av heildini.

 

Ofta verður sagt, at slík krøv eru ov strang, og at vit bara eiga at lata upp. Men veruleikin er, at uttan greiðar reglur kann integratión miseydnast. Tað sæst í øðrum londum, har manglandi skipan hevur ført til størri sosialar trupulleikar og ójavnvág. Føroyar eiga at læra av hesum og velja eina skynsama leið.

 

Vit skulu vera eitt opið samfelag, sum tekur væl ímóti fólki. Men at vera opin merkir ikki at vera óskipað. Tað merkir at seta greiðar karmar, sum tryggja bæði búskapin, rættartrygdina og samfelagsfriðin.

 

Spurningurin er tí ikki, um vit skulu hava útlendska arbeiðsmegi. Tað skulu vit. Spurningurin er, hvussu vit skipa hana.

 

Velja vit rætta javnvágina millum opinleika og ábyrgd, kunnu vit tryggja eina sterka og haldføra framtíð fyri Føroyar.

 

X við Áka Stenberg

 

X við Sambandsflokkin