Tað var tann tíð, at Tjóðveldi als ikki vildi stilla upp til danska fólkatingsvalið. Almenna støðan var, at føroyingar høvdu einki at gera á Fólkatingi. Men nú er søgan ein onnur, og sum einasti flokkur ætlar Tjóðveldi nú at selja seg til hægstbjóåðandi um so er, at teir fáa eina lyklastøðu á danatingi.
- Verða vit tungan á vágskálini fara vit at seta fram nøkur ítøkilig krøv til tess at stuðla øðrum politiska blokkinum á Fólkatingi, segði Høgni Hoydal millum annað, tá valskráin hjá flokkinum varð løgd fram.
Formaður Tjóðveldisins førdi fram, at umboð floksins seinastu seks árini hava skapt virðing á Fólkatingi.
Á tíðindafundinum varð ført fram, at tað er av stórum týdningi, at eitt føroyskt fólkatingsumboð kann ávirka danska hugsunarháttin soleiðis, at danir fáa vitan um og kunnu skilja føroyingar. Tað er neyðugt, at danir í størri mun síggja málini út frá føroyskum sjónarmiðum.
Eins og hjá hinum flokkunum er sjálv valskráin stutt og greið. Boðskapurin er, at umboð floksins seinastu árini hava skapt fleiri úrslit á danatingi, og at hetta arbeiði fer at halda fram, verður flokkinum víst álit aftur.
Valskráin umfatar fimm punkt, har tað fyrsta snýr seg um rættindi føroyinga.
- Fær umboð Tjóðveldisins avgerandi atkvøðuna millum politiskub ólkarnar á fólkatingi, verða hesi krøv sett fyri at stuðla aðrari síðuni: Føroyskur sjálvsavgerðarrættur skal fráboðast Sameindum Tjóðum, rættur føroyinga at seta egna grundlóg í gildi skal virðast og rættur føroyinga til javnbjóðis samráðingar um framtíðarstøðu Føroya skal virðast, sigur flokkurin í skrá síni.
Týdning at ávirka
Víst varð eisini til týdningin av at ávirka málini á Fólkatingi. Flokkurin leggur stóran dent á, at skal landið framhaldandi kunna mennast, er neyðugt, at vit fáa størri ávirkan á uttanríkispolitikkin.
- Tað er avgerandi, at vit sjálvi sleppa at føra okkara egna uttanríkispolitikk í nógv størri mun enn nú, løgdu valevnini dent á.
Høgni Hoydal nýtti eisini høvið at mana vanligu hugsanina um, at Tjóðveldi fer niður á Fólkating at taka loysing, í jørðina.
- Vit ætla ikki at fara niður á Fólkating av taka loysing. Men tað er greitt, at vit stríðast fyri somu politiskum álunum bæði á Fólkatingi og á løgtingi, segði Høgni Hoydal.
Hann førdi fram, eins og aðrir flokkar hava gjørt, at verður atkvøðan hjá einum tjóðveldisumboði tungan á vágskálini, taka teir støðu uttan mun til um teir atkvøða ella ikki.
- Tað er ein reellur møguleiki, at vit kunnu gerast tungan á vágskálini, og hendir tað, fara vit at selja okkum til hægstbjóðandi. Tað er tað, politikkur snýr seg um, vilja vit fáa framt nøkur mál, vísti Sjúrður Skaale á.
- Tað hevur týdning at vísa á, at sjálvstýrisstríðið er ikki eitt stríð móti Danmark, men eitt stríð fyri Føroyum, segði Høgni Hoydal.
Formaður Tjóðveldisins vísti á, at teir hesi seinastu árini hava víst dønum á, at tað finst ein føroysk sjálvstýrisrørsla.
- Valið snýr seg um, hvørt vit vilja framá á sjálvstýrisleið, ella um vit framhaldandi vilja skvatla í danska dunnuhylinum, segði Høgni Hoydal.
Flyta avgerðir heim
Páll á Reynatúgvu vísti á, at tað er av stórum týdningi, at tað er eitt samanfall millum føroyska umboðið á Fólkatingi og eina komandi stjórn í Føroyum. Tað verður tí gingið út frá, at Tjóðveldi ikki bert fer at vinna anan fólkatingssessin afturk, men eisini kemur til valdið í Føroyum eftir valið í januar.
Sjálvandi varð eisini Norðuratlantsbólkurin nevndur, og dentur varð lagdur á tann stóra týdning, sum hesin bólkurin hevur fyri sjálvstýristilgongdini.
- Vit fara til val við nøkrum ítøkiligum krøvum, og vit fara at arbeiða hart fyri at fáa flutt avgerðarrættin heim til Føroya, segði Høgni Hoydal.
Hann nevndi eisini stríðið fyri at broyta danska hugsunarháttin men viðgekk, at krevur nógv at bróta fordómarnar niður, tí tað hevur tikið ártíggjir at uppbyggja hesar.
- Og tí er tað av so alstórum týdningi, at eitt føroyskt umboð er sjónligt á danatingi. Og tað hava umboð Tjóðveldisins megnað. Vit vilja nýta fólkatingssessin til at skapa samstarv, eisini til sjálvstýrisrørslur í øðrum londum, segði Høgni Hoydal.
So Tjóðveldi er til reiðar at taka enn eitt tørn á Fólkatingi, og gerast teir avgerandi atkvøðan, so fara teir at útnytta støðuna til egnan og Føroya fyrimuns.
Valevnini
Annita á Fríðríksmørk
Bergtóra H. Joensen
Bjørt Samuelsen
Heidi Petersen
Heini O. Heinesen
Hergeir Nielsen
Høgni Hoydal
Jórun Høgnesen
Olga Biskopstø
Óluva Klettskarð
Petur í Gong
Róaldur Jákupsson
Sjúrður Skaale
Sólfríð Fjallsbak
Tórbjørn Jacobsen
Páll á Reynatúgvu
Maria Kristiansdóttir
Jákup Petersen