Foreldur at børnum í Havn, sum ikki brúka dagstovnarnar í kommununi í hesum døgum, skulu vænta at fáa foreldragjaldið aftur.
Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Eftir tilmæli frá landsmyndugleikunum eru dagstovnarnir stongdir fyri at forða fyri, at koronasmittan breiðir seg.
Dagstovnarnir eru bara opnir fyri børnum, hvørs foreldur hava serlig størv, sum ger, at tey mugu verða til arbeiðis. Men hendan neyðansingin verður lítið og einki brúkt.
Hinvegin hava nógv foreldur reist spurningin, hvussu verður við foreldragjaldinum, nú tey ikki sleppa at hava børnini á stovni.
Í áðni skrivaðu vit, at Klaksvíkar Býráð hevur gjørt av, at foreldrini skulu fáa gjaldið aftur.
Les eisini: Foreldur i Klaksvík fáa pengarnar aftur
Og tað skulu foreldur í Tórshavnar Kommunu eisini vænta sær
– Tað ber ikki til at halda fram at taka pengar frá foreldrum, uttan at tey fáa ta tænastu tey annars hava goldið fyri, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Tí væntar hon, at frá og við fyrsta apríl fara foreldrini at fáa foreldragjaldið aftur, so leingi tiltøkini verða í gildi.
Og tá ið hon sigur, at tað væntar hon, er tað tí, at málið er ikki viðgjørt í býráðnum enn og sostatt er eingin formlig avgerð tikin.
Men hon sigur, at tey arbeiða við at fáa eina skipan at rigga við videofundum, og so verður málið tikið upp.