Allir miðnámsskúlarnir kring landið hava í ár fleiri umsøkjarar enn undanfarna ár. Í fjør vóru tilsamans 1061 umsøkjarar til føroysku miðnámsskúlarnar, men í ár er talið komið upp á 1212. Hetta talið er tó óviðgjørt, tí summi av hesum lúka ikki upptøkutreytirnar -- men tað stendur greitt, at umsøkjaratalið í ár er nógv størri enn í fjør.
Tað er avmarkað, hvussu nógvir næmingar kunnu sleppa í skúla. Miðnámsskúlarnir hava ikki pláss fyri øllum, sum fegin vilja sleppa í skúla. Ein av hesum miðnámsskúlunum, sum noyðist at venda bakið til nógvar umsøkjarar, sum annars lúka vanligu krøvini, er Handilsskúlin í Tórshavn. Har er umsøkjaratalið økt við einum 15 til 20 prosentum í ár, sigur Reidar Nónfjall, stjóri á skúlanum.
Verri tíðir
Handilsskúlin hevur tíggju flokkar í løtuni og hevur komandi skúlaár pláss fyri sjey flokkum afturat. Men sjey flokkar afturat stendur langt frá í mát við umsøkjaratalið, tí umsøkjaratalið svarar til væl meira enn sjey flokkar. Heilir 181 næmingar hava søkt inn á FHS, og 87 hava søkt inn á HH á Handilsskúlanum.
-Vit mugu ansa eftir ikki at tulka ov skjótt. Ein orsøk til hækkaða talið kann vera verri tíðir og stórir føðiárgangir. Útlitini fyri at fáa arbeiði eru kanska ikki so góð, og tað er avmarkað, hvørjir aðrir møguleikar eru fyri tey ungu, sigur Reidar Nónfjall.
Siga nei til helvtina
Stjórin á Handilsskúlan hevur eina lítið hugaliga uppgávu um hendi. Hann verður noyddur at geva helvtina av øllum umsøkjarunum noktandi svar. Helvtin av umsøkjarunum sleppa ikki at ganga á Føroya Handilsskúla. Fysisku rammurnar kring skúlan loyvi ikki fleiri næmingum.
Manglandi politiskar visiónir
Men sambært Reidari Nónfjall standa vit andlit til andlits við størri og verri trupulleikum. Stjórin spyr, um vit í Føroyum vilja, at størri og størri partur av fólkaskúlanæmingunum fara víðari til miðnámsskúla. Hvar eru tær politisku visiónirnar á hesum økinum, spyr hann. Í Noreg sigur mann, at øll hava rætt at ganga í miðnámsskúla.
-Eg finni ikki eitt konkret orð í samgonguskjalinum um at menna útbúgvingarskipanina í Føroyum. Tosa vit um útbúgvingarpolitikk, so tosa vit ikki specifikt um ein skúla. Vit mugu hugsa breiðari og longri. Tað hevur eina skaðiliga ávirkan á samfelagið, at samgonguskjalið ikki er meira konkret, enn tað er, sigur Reidar Nónfjall.
Vit missa heilar
-Eg sakni eina raðfesting. Eg sakni politiskar visiónir og strategiir. Hygg til dømis eftir fíggjarlógini. Avspeglar hon framdrift, spyr Reidar Nónfjall retoriskt.
-Hetta skapar ótryggleika í øllum samfelagnum, at vit ikki vita, hvat tann politiski málsetningurin er. Um vit í Føroyum ikki megna at orða nakrar visónir og strategiir og føra tær út í verki, so fer tann dugnaligi føroyingurin aðrastaðni. Vit missa teir góðu heilarnar, tí hesir kunnu uttan trupulleikar fara aðrastaðni at arbeiða, har umstøðurnar eru betri, sigur Reidar Nónfjall.
Signal til landsstýrismannin
Stjórin á Handilsskúlanum heldur, at støðan í miðnámsskúlunum kring landið er eitt greitt signal til politikararnar.
-Vit mugu finna útav, hvat vit vilja. Okkara politikarar mugu taka eina støðu, og seta nakrar visiónir út í kortið fyri hetta landið. Í hesum sambandi er neyðugt at tryggja sær, at tað sum mann ger á útbúgvingarøkinum hongur saman við onnur øki í samfelagnum, hvat mann ynskir og ætlar -- vit mugu tryggja okkum, at øll øki í samfelagnum og vinnuni verða samskipaði, leggur Reidar Nónfjall dent á.
--