Vit mugu ikki gloyma Sandoynna og hinar útoyggjarnar!

Levi Mørk,valevni til løgtingsvali fyri allar Føroyar
Javnaðarflokkurin
--------

Vit mugu ikki gloyma Sandoynna og hinar útoyggjarnar!
Nú tá ið ein er uppstillaður til komandi løgtingsval, er tað sjálvandi ein skylda at hava greið politisk mál um hvussu okkara land skal skipast á øllum økjum.
Tað er eisini umráðandi , at rætt verður raðfest frá politiskari síðu um alt Føroya land. Føroyar eru jú í dag eitt valdømi og tí er tað okkara skylda sum stilla upp til komandi løgtingsval, at varpa ljós á alt landið. Eisini tey økini sum liggja í útjaðaranum av landinum.
Tað er serliga raðfestingarnar í Sandoynni, sum eg ætli at koma inn á her. T.e. um samferðslunetið, vinnulívið, almennur stovnar og trivnaðurin hjá fólkum í Sandoynni. 
Eg kenni fleiri sandoyingar, sum hava fortalt mær,  um teir trupulleikar sum Sandoyggin hevur at dragast við í dag. Tískil vil eg her fara eitt sindur inn á tað í hesari grein.
Fyri tað fyrsta, eg kenni væl sjálvur, hvussu tað er,  at koma frá einari útoyggj og at vera við skerdan lut. Eg havi búð í Vági í 29 ár og harvið kenni eg til “at vera og føla seg uttanfyri”, tá ið politiskar raðfestingar hava verið framdar.
- Ein av møguligu orsøkin til at trivnaðurin millum fólk í Sandoynni er dalandi,  er  kanska  alt hetta prátið um ein nýggjan undirsjóvartunnil til Sandoynna. 
Vit vita eisini væl at tíðirnar eru sera ringar í Føroya landi í dag.  Útlitini eru heldur ikki tey somu nú fyri einum undirsjóvartunnil, enn fyri fáum árum síðani. Men, eg ynski sjálvsagt ein tunnil til sandoyingar. Nær hann verður gjørdur veit eg ikki enn.
Tá ið trupulleikar eru, eitt nú við ferðasambandi til og frá Sandoynni og onkur talar at í miðlunum  hesum viðvíkjandi, ja so vera tey kallað fyri at vera grenj. Hetta kenni eg eisini aftur frá tíðini tá ið eg búði í Vági.
Nýggjasta dømi er,  at Teistin ikki er í sigling í løtuni og hetta hevur jú stórar fylgjur fyri trivnaðin og fólkið  í Sandoynni.  
Henda farleið, er eisini tann einasti møguleiki hjá teimum sum hava arbeiði, ganga í skúla  í miðstaðarøkinum. Hetta er jú teirra farleið fyri at koma til og frá oynni. Men enn ber ikki til hjá teimum,  at koma aftur og fram áðrenn og aftaná skúlatíð og arbeiðstíð.
Eg hugsi serliga um ungdómin og onnur sum arbeiða í Havn og tey noyðist av somu orsøk, at finna sær búgv í miðstaðarøkinum. Ì staðin fyri, at farleiðin var broytt til teirra fyrimun.
Tey ungu eru oftani uml. 15 til 18 ára aldur sum ganga í skúla í Havn, har tey  leiga og búgva fyri nógvar pengar sum foreldur teirra oftani ikki hava ráð til at borga fyri.
Tað er ein skylda at tey kunnu koma aftur og fram til Sandoynna eftir skúlatíð og arbeiðstíð. Um so tað er farleiðin til Hestur, sum er trupulleikin, ja so má ein onnur loysn finnast har.
Men farleiðin er ikki nóg góð sum nú er og tað er ikki heilt rætt at ungdómurin sum er ættaður av Sandoynni, skal tvingast til at búgva í miðstaðarøkinum av somu orsøk.
Men so er spurningurin, um tey ungu eru búgvin til at vera í miðstaðarøkinum?  Hin spurningurin er so um foreldur teirra ikki halda teimum aftur,  við at lata tey fáa sær útbúgving  í Havn av økonomisku orsøkum ?
Ein heilt annar trupulleiki er so, har eru ikki nógvir almennir stovnar, sum eru í Sandoynni í dag. Ein orsøk er, at teir eru fluttir aðrastaðni og eingin nýggjur er komin í staðin.
Trupulleikin hjá sandoyingum stendur við og versnar, teimum vanta arbeiðspláss, so sum almennir stovnar o.a. Teimum er eisini lova ymiskir stovnar gjøgnum tíðina, eitt nú ein nýggjan Listaskúla.
Eg sigi ikki, at vit skulu flyta nakrar stovnar til Sandoynna ella ikki. Men hvat við, at hugsa um støðuna hjá sandoyingum og útjaðaran yvirhøvur , tá ið stovnar vera lagdur út frá politiskari síðu.
Vinnulívinum  í Sandoynni vantar eitt nú aliloyvir við Sandsvág og orsøkina til hesa politisku raðfesting kenni eg ikki. 
Sum kunnugt, hava sandoyingar ikki fingið nakran undirsjóvartunnil enn og fólkið sum har búleikast,  eru vorðin gislar av somu ætlan.
Sjálvandi skulu tey hava ein undirsjóvartunnil, men tað skal vera livandi í Sandoynni inntil so verður.
Eg skal heldur ikki gera meg klókan uppá hvat er rætt fyri Sandoynna,  viðvíkjandi kommunusamanlegging, ella hvat fyri ætlanir tey hava har suðri.
Men tey skulu vera vælkomin til Tórshavnar kommunu. Men, fyrst mugu tey sum har búgva taka eina støðu um,  hvat tey vilja og halda um komandi kommunusamanlegging.
Eg haldi, at vit frá politiskari síðu, mugu taka støðuna í Sandoynni  fyri fult og ikki kallað tey fyri grenj, tá ið okkurt er áfatt. Tey skulu jú liva inntil og aftaná ein nýggjan undirsjóvartunnil.
Støðan hjá nólsoyingum og skúvoyingum, má loysast við nýggjum skipum, sum eru nútíðarhóskandi. Hetta er eisini í trá við útjaðarapolitikkin, sum var samtyktur í løgtinginum fyri nøkrum árum síðani. Har prosjektera var eisini við nýggjaru ferju til nólsoyingar. Nei vit mugu ikki gloyma Sandoynna og hin útjaðaran í Føroyum.